Ein ovurfegin Jasmin er bæði móð og lættað eftir X-Factor finaluna. Hon hevur bert sovið í fýra tímar í nátt sigur hon. Allir X-Factor luttakararnir hava verið í veitslu alla nátt.
Hun situr á eini restaurtant og skal júst gera eina samrøðu við BilledBladet - øll vilja hava fatur á henni, so telefonin ringir alla tíðina, men hon gevur sær kortini stundir til at práta.
- Tað var eitt øgiliga stórt trýst á okkum upp til finaluna, og eg eri so lættað í dag. Eg eri so lukkulig, og eg vil takka øllum føroyingum, sum hava fylgt við, sigur Jasmin.