?Eg eri so spent til jóla...?

Børnini í 1.a á Ziskatrøð í Klaksvík eru heppin, tí flokslærarin hjá teimum, Hjørleif Poulsen, hevur smíðjað teimum eitt jólahús

Hvønn skúladag í desembur hava børnini í 1.a í skúlanum á Ziskatrøð, fiskað gávur úr húsinum, sum flokslærari teirra hevur gjørt teimum. Men summi máttu hava størri tol enn onnur, tí ikki øll sluppu at fiska beinanveg.
          Gávurnar hava børnini sjálvi keypt, og lærarin hevur bundið snór á til teirra at hála pakkarnar upp við.
          Jólahúsið er snøgt og sera hugnaligt við vindeygum og rútum úr glasi. Út millum gardinurnar, sum eru úr pappírsserviettum skínir ljósið og setir ein rættiligan jóladám á floksrúmið.
          Nú er skúlagongdin fyri árið 2002 liðug, og húsið er vorðið tómt fyri gávur. Børnini hava fingið jólafrí og ótolnast nú rættiliga til jólaaftan.