LØGTINGSVAL
- Eg eri tann glaðasti maðurin í heiminum.
Soleiðis var støðan hjá Jenis av Rana, formanni í Miðflokkinum, valkvøldið. Vit vitjaðu hann heima, har hópin av vinfólki og stuðlum vóru komin á gátt. Lagið var óføra gott, og tað var kanska ikki so undarligt.
Miðflokkurin tvífaldaði sína tingmanning. Tað er kanska ikki so nógv at fara úr einum upp í tveir tingmenn, men fyri Jenis av Rana og Miðflokkinum er hetta næstan meira, enn teir ? ja ? kundu biðja um.
- Miðflokkurin er nakað serstakt í føroyskum politikki. Tað vita øll. Vit hava sæð í hesum valstríðnum at aðrir flokkar hava lagt seg uppat Miðflokkinum, sigur Jenis av Rana.
Tað sá annars ikki so ljóst út í veljarakanningunum undan valinum, men Jenis av Rana er ikki tann, sum leggur mest í veljarakanningar.
- Hetta prógvar enn einaferð, hvussu eftirfarandi veljarakanningar eru. Tær geva eg einki fyri. Vit verða altíð illa stillaðir í teimum, men tá samanumtikið gongur nógv betur, og tað gjørdi tað eisini hesaferð, sigur Jenis av Rana.
<B STRONG betri< ikki normal"$?$end$!$Breitt>
Tann dagin hetta blaðið er dagfest, hevur tingformaðurin kallað saman til eitt umfar, har flokkarnir hvør í sínum lagi skulu peika á ein samráðingarleiðara.
<I EM samgonguleiðara?< sum á tit peika normal"$?$end$!$Hvønn>
- Tað kann eg ikki siga nú. Tað hava vit ikki avgjørt enn.
Miðflokkurin hevur áður stuðlað Anfinni Kallsberg, men tað er ikki einstýðandi við, at Miðflokkurin fer at peika á hann sum samgonguleiðara. Jenis av Rana sigur annars um støðuna við málinum um Anfinn Kallsberg.
- Skal málið um, hvat Anfinn Kallsberg gjørdi fyri tjúgum árum síðani, so eiga vit eisini at hyggja at fýrsunum, har Grein 19 nevndin kom til ta niðurstøðu, at nógvir politikarar vóru sekir, men har valdi mann at leggja lok á, sigur Jenis av Rana.
Nógv prát er um eina sokallaða breiða samgongu við trimum av teimum størru flokkunum. Men Jenis heldur, at hansara møguleikar ikki minkast stórvegis av hesum prátinum.
- Vit hava sæð, hvussu nógv tveir stórir flokkar megna at klandrast, og tað lystir meg at vita, hvussu nógv tríggir stórir fara at klandrast, sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana metir Miðflokkin hava stórar møguleikar at koma í eina samgongu. Hann vil kortini ikki siga nágreiniliga, hvørji teirra treytaleysu krøv verða, men nevnir nøkur viðurskifti.
- Ein samgongu við Miðflokkinum skal verja tey kristnu virðini, vit mugu fara inn at bøta um familjupolitikkin og frælsisgongdin má halda fram, sigur Jenis av Rana.
<B STRONG torskild< normal"$?$end$!$Valskipanin>
Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at teir duga at síggja at verandi valskipan ikki riggar fult væl, men hann ivast í, um tað ber til at gera eina meira rættvísa skipan.
- Verandi valskipan er so torskild, at sjálvt teir sokallaðu serfrøðingarnir ikki hava fult greiðu á henni, sigur Jenis av Rana.
Spurdur, hvørt Miðflokkurin tekur undir við, at Føroyar skulu gerast eitt valstað, sigur Jenis, at flokkurin hevur tosað um hetta málið, og hann roknar ikki við, at tað verða tey í Miðflokkinum, sum fara at forða fyri hesum, tá vit vitjaðu heima hjá honum og familjuni seint týskvøldið.