Eg eri so glað

Tað var ein avbera glað og rørd forkvinna í Alzheimerfelagnum, sum tók í móti blómutyssinum frá sjónvarpslæknanum í Norðurlandahúsinum leygardagin

? Tann, sum fær blómutyssið í dag, er ein kvinna, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði innan fyri demenssjúkur. Hon hevur tikið alt á sín egnan rygg og verið ein slóbrótari í og við at tað í dag eru 20 demenskoordinatar í Føroyum. Hon tók stig til at stovna Alzheimerfelagið og er ein íbirtari. Vit hava fingið nógvar áheitanir um at lata Sigrun Mohr, forkvinnu í Alzheimerfelagnum fáa blómutyssið í dag, segði sjónvarpslæknin í Norðurlandahúsinum.
Sigrun Mohr tók stig til at stovna Alzheimerfelagið fyri tveimum árum síðani. Hon hevur somuleiðis gjørt eitt stórt arbeiði innan hetta sjúkraøkið. Millum annað hetta gjørdi, at fleiri sendu inn uppskot um, at hon átti at fáa blómutyssið frá læknanum.

Ikki bara eg
Sigrun Mohr visti sjálvandi heldur ikki av nøkrum. Hon og maðurin skuldu upprunaliga til Funnings í vikuskiftinum, so hon hevði ikki ætlað sær niðan í Norðurlandahúsið leygardagin.
? Eg skilti ikki mannin, tí honum dámar so væl at fara til Funnings, men hann kom við øllum møguligum undanførslum, so tað undraði meg. Men tað vardi meg ikki, at hatta var orsøkin, sigur ein glað Sigrun Mohr.
Ein grannakona segði henni, at hon hevði fríbillettir til tiltakið og lokkað Sigrun við. Tá so sjónvarpslæknin byrjaði at lesa grundgevingarnar fyri blómutyssinum, skilti Sigrun alt.
? Eg bleiv glað og rørd, og eg visti ikki, hvat eg skuldi siga, greiðir hon frá.
Somuleiðis fegnast Sigrun um, at felagið fekk ein kekk áljóðandi 5.000 krónur frá Norðoya Sparikassa.
? Eg tók gott nokk stig til at stovna felagið, men vit eru ein góð nevnd, og tað eru mong onnur, sum eisini gera eitt stórt arbeiði. Ongin ger nakað einsamallur, so tað eri eg avbera fegin um, sigur Sigrun.
Hon sigur eisini, at hetta er eitt av teimum heilt serligu blómutyssunum, sum hon nakrantíð hevur fingið. Og samstundis verður ljós varpað á felagið.