Eg eri sera errin av mínum fótum

Hvussu er lagið?
Eins og áarstreymur rennur.

Hvat stendur á tínum visitkortið?

Eitt sindur av hvørjum.


Hvat ger teg glaðan?

Tá mítt barn hevur tað gott.


Hvat ger teg illan?

Tá eg møti fordøming ístaðin fyri forstáðilsi.


Hvat er títt yndisgóðgæti?

Soft ice og Djúpur.


Hvat heldur tú vera løgið?

At fólk halda tað er løgið at fólk ikki eru líka sum tey.


Hvat er týdningarmikið fyri børn?

At lurta eftir teimum og vera nærverandi.


Hvat listafólk hevur tú stóra virðing fyri?

Havi virðing fyri øllum, ið hava drívkraft til at skapa. Kann ikki pilka nakran ávísan út, tí hvør setir sítt listaspor, ið avspeglar tíðina.


Hvussu skal ein urtagarður vera, um tú slapp at ráða?

Nógvar kryddaraurtir, runnar og tulipanir/páskaliljur ið sníkja seg upp um várið.


Hvørjar gardinur ert tú til?

Helst ongar, eg vil hava ljós!


Hvat brúkar tú hvønn dag?

Knekkreyð, kanel, sápu, undirbuksir, tanntráð, krem, ... tja, skal eg blíva við?


Hvat slag av sjampoo brúkar tú?

Plagi at syngja "Eliiida sjampo er, besta sjampo her í verð" (lag: Eg liti ljósið blátt)


Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvari?

Eri sera errin av, at eg havi stórar føtur.


Hvat er romantiskt?

Alt, um tað verður gjørt romantiskt.


Hvat hevur lívið lært teg?

At fordómar eru bara til fortreð, og at tað nyttar ikki at geva upp.


Hvør er besta bók tú hevur lisið?

Nógvar bøkur eru góðar, hvør til sína tíð.


Hvør er tín lívrættur?

Ræst kjøt við rótfruktum og einari góðari súpan til við purrum, og øllum góðum rávørðum í.


Hvat hevði tú gjørt um tú var ósjónlig ein dag?

Kett meg ófatiliga nógv og evt. avlýst mína konsert.


Er tú bangin fyri at gerast gomul?

Royni at njóta hvørt eygablikk eg fái her á fold, hatta við at blíva gamal, taki eg tá/um tað kemur.


Hevði tú hugsa tær at búð nakra aðrastaðni enn í Føroyum?

Nei.


Navn: Jensina Olsen

Aldur: 39 ár

Bústaður: Keypmannahavn

Starv: Tónleikari/sjónleikari og listafólk.

Familja: Gift við Tryggva og eigi sonin Jóhannes.