- Onkra løtu hugsaði, at hetta orki eg ikki. Men tey, vit hava kempað fyri, høvdu ikki møguleikan at gevast, so tað kundi eg heldur ikki. Hetta var ræðuliga stórt fyri meg, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Aksel Haraldsen og Jansy Gaardlykke greiða frá
Hon er ein av teimum føroysku súkklarunum á Rynkeby liðnum, sum hevur súkklað heilt til París við tí endamáli at savna inn pening til børn við krabbameini. Sum dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum hevur hon serligt innlit í, hvussu støðan er hjá børnum, sum hava krabbamein, og familjum teirra.
- Hetta var ræðuliga stórt fyri meg at súkkla inn í París, sigur Jansy Gaardlykke, sum eisini viðgongur, at hon var rættiliga rørd, tá ið tey komu á mál.
Hon sigur, at túrurin hevur verið ógvuliga góður, hóast hann hevur verið so harður, at hon onkuntíð hugsaði, at hetta orkaði hon ikki. Men tankin um børnini við krabbameini, sum tey hava kempað fyri gav henni ta eyka orku, sum skuldi til.
Aksel Haraldsen, liðleiðari á føroyska Rynkeby liðnum ásannar, at hjá summum hevur hetta verið markbrótandi og tískil var tað serliga stuttligt at vera við.
- Tað er djúpt meiningsfult, at vit kunnu gera mun hjá sjúkum børnum, sigur hann.
Hann ivast ikki í, at Føroyingar framhaldandi fara at vera við í hesum serliga tiltakinum hjá Rynkeby.
Trýst HER og síggj fleiri myndir, Einar Vang hevur tikið frá tí at føroysku súkklararnir komu til París
- Í fjør vóru 3000 fólk g tóku ímóti okkum, tá ið vit komu til París. Hesa ferð vóru 4.000 fólk og tóku ímóti okkum og vit eru tilsamans 1200 súkklarar og 300 hjálparfólk
- Hetta verður bara størri og størri. Hetta er við at verða ein fólkarørsla, sum hevur eitt gott endamál, sigur Aksel Haraldsen. |