Eg eri politiskt óheftur

Tema: Stillar tú upp á komandi løgtingsvali?
Georg L. Petersen
Sambandsflokkurin
Fyrrverandi valevni

Nei, eg ætli mær so bestemt ikki at stilla uppaftur. Eg royndi meg á valinum í 2008, og eg fekk mín dóm. Undirtøkan var lítil, og tað staðfesti væl og virðiliga, at eg skal ikki vera politikkari. Eg starvist sum fjølmiðlamaður, og eg eri politiskt óheftur. Eg eri ikki limur í nøkrum politiskum flokki. Mín leiklutur í føroyskum politikki verður tískil sum fjølmiðlamaður í framtíðini.