Hvat gert tú, tá tú slappar av?
Lesi eina góða skaldsøgu. Ella eina minni góða skaldsøgu. Sokallaður vánaligur skaldskapur er sera læruríkur og alt ov undirmettur. Annars at meditera, gera tónleik og hugna mær við damuni, sum er italienskt/amerikansk og ger fantastiskan vistfrøðiligan mat.
Hvat er títt mest óhepna karaktertrekk?
Eg havi latið mær fortalt, at eg til tíðir eri yvirdrivið introvertur og forferdiliga ”løgin”. Men tað er ok, tí tað kemur vist út á pallinum..:)
Hvat er, eftir tínum tykki, tað mest umráðandi at duga?
Tað er ymiskt frá persóni til persón. Men gott er at duga at ”traðka burtur úr sær sjálvum” og at eygleiða.
Hvat elskar tú at gera?
At skapa. Og so at uppliva nýggj ting. Eg svam í sjónum herfyri. Tað havi eg ikki roynt í langa tíð, so tað var eitt frálíkt upplivilsi.
Tín størsti brølari?
Eg havi gjørt nógv smábýtt ting í lívinum, men einki, sum eg vil bólka sum ein ordiliga stóran brølara. So antin havi eg livað ov stutt, ella eigi eg bara onga skomm í lívinum. Samanumtikið er tað ein stórur brølari, at eg ikki altíð havi fylgt mínum hjarta. Hetta hevur tó sent meg út á nógv lærurík síðuspor, so tað gongur nokk upp í eina hægri eind kortini.
Hvussu er lagið júst nú?
Ikki liðugt enn.
Hvønn sært tú upp til í tí veruliga lívinum?
Hmm, eg havi virðing fyri einari rúgvu av ymsum tónasmiðum, ritøhvundum og øðrum. Eg virði sum oftast fólk, sum fylgja sínari passión 100%.
Nær fært tú kensluna »tey skilja meg slettis ikki«?
Ríkuliga ofta. Míni evni at samskifta kunnu vera svingandi. Tað er komið fyri, at tónleikararnir standa sum kánus, tá eg skal forklára, hvussu eitt lag skal spælast. So royni eg onkran annan hátt.
Tað síðsta tingið tú keypti tær?
Seinastu fløguna hjá Kate Bush. Har var okkurt gott í, men fløgan var eingin 'Hounds of Love'. Eg keypi annars sera sjáldan ting.
Spælir tú uppá nakað ljóðføri/syngur?
Eg syngi og spæli klaver afturvið. Spæli eisini ein feril av floytu og gittar, so alt ikki blívur for klaversligt.
Hvat um teg, heldur tú, hevði yvirraskað fólk?
Um vit tosa um fólk, sum bara kenna meg sum sangarin í The Reverends og Mold, so kanska tað, at eg eri nokkso nørdutur og elski at lesa, spæla gomul telduspøl frá 80unum og at hyggja eftir Star Trek sjónvarpsrøðunum frá frá 60unum og 80unum.
Eitt motto?
Kanska: »Einki er vanligt« ella »Alt er livandi«.
Um tú gevur góð ráð, hvussu gert tú so?
Syngi eitt lag við onkrum fjollutum moralskum boðskapi.
Hvussu sær lukka út?
Fyri meg er tað heilt einfalt at skapa og læra og so annars bara njóta at vera ein partur av tilveruni.
Er tað nakað listaverk, ið hevur fest seg í minni títt?
Nei. Mær dámar væl list sum eina løtuuppliving. Tað, sum er spennandi ein dag, kann vera trivielt dagin eftir. Eg vitji listaframsýningar, men til tiðir dámar mær betri at stara at himmalinum ella fólki á gøtuni.
Um tú slapp at siga nakað hart við alt Føroyar so hevði tú sagt:
Hevur nakar sæð mína bláu Nokia, sum eg misti í býnum síðsta vikuskiftið?