Eg eri nervøs

Eg vil so gjarna í finaluna, og tað virkar eisini, sum at fólk vænta tað av mær, sigur Anna Nygaard, sum stúrir fyri at hon kann rúka úr X Factor fríggjakvøldið Fimm luttakarar eru eftir í donsku X Factor kappingini, og trý av teimum sleppa í stóru finaluna, sum verður í Parkini síðst í mars.

 

- Mítt stóra mál er at koma í finaluna, men eg veit, at kappingini er sera hørð um finaluplássini, sigur Anna Nygaard.

 

Og hon viðurkennir, at hon kennir seg ikki trygga um, at hon kann røkka finaluni.

 

- Eg eri nervøs. Eg vil so gjarna í finaluna, og tað virkar eisini, sum at fólk vænta av mær, at eg skal koma so langt. Men allir sangararnir eru so góðir, so einki er vist, sigur Anna Nygaard.

 

- Vit eru so fá eftir í kappingini, at nú kunnu vit øll enda í vandabólkinum. Tað kann líka so væl verða eg, sum rúki næstu ferð, men eg havi gott mót til næsta umfar, sigur hon.