Jónhard Frederiksberg var ein av nýggju spælarunum á NSÍ-liðnum í ár. Jónhard hevur annars spælt á Skála, og har var eisini um reppið, at hann gjørdist føroyameistari. Sunnudagin hendi tað so umsíðir hjá álopsspælaranum.
- Eg eri ovurfegin, hetta er mítt fyrsta meistaraheiti, og eg eri nakað so glaður júst nú, segði Jónhard










