Eg eri líka súrur til arbeiðis

- Eg kann vera akkurát líka súrur og strævin til arbeiðis, sum eg eri í Talent. Eg haldi faktiskt, at eg eri fittari í Talent, enn eg eri til arbeiðis, men í grundini eri eg bara, sum eg eri – eisini í Talent, sigur Peter Aalbæk Jensen, dómari. Hvønn fríggjadag styrkir hann seg við morgunsangi á arbeiðsplássinum hjá sær

- Vit syngja kristnar morgunsangir hvønn fríggjamorgun á Zentropa, so kanska haldi eg, at eg havi fingið syndafyrigeving og kann verða ordiliga óndur í Talent fríggjakvøld.

Dómarin Peter Aalbæk Jensen er altíð til reiðar við eini øðrvísi viðmerking – ikki minst tá túsundtalsfólk í Danmark og Føroyum hyggja eftir honum í sjónvarpi. Hann er kendur fyri at hava høga sigarføring, kann vera provokerandi og harður, tá hann sigur sína hugsan í Talent, men onkrastaðni fjalir seg ofta eitt skeivt smíl – og kanska er hann eitt vet øðrvísi, enn fólk uppliva hann á skíggjanum.

- Eg haldi, at tað er ein góður vani at syngja kristnar morgunsangir, og einaferð um vikuna savnast øll í Zentropa fyri at syngja morgunsang. Tað gevur gott samanhald og er ein góð byrjan á dagin, sigur Peter Aalbæk.


Almennur persónur

52 ára gamli Peter Aalbæk Jensen er filmsframleiðari. Hann stovnaði í 1992 filmsfelagið Zentropa saman við leikstjóranum Lars Von Trier, og síðani hevur Zentropa framleitt eina rúgvu av vælumtókum donskum spælifilmum. Aalen hevur í nógv ár verið ein almenur persónur í Danmark, og hann hevur eisini fingið serliga Bodil-virðisløn fyri sítt stóra arbeiði til frama fyri donskum filmi.

Seinastu tíðina er hann vorðin kendur sum tann harði dómarin í sendirøðini Talent, sum sjónvarpsstøðin DR1 sendir í bestu senditíð fríggjakvøld.

Millum tey mongu, sum hava fingið hørð orð við á vegnum frá Peter Aalbæk, er 12 ára gamli føroyski tónleikarin Ragnar Finsson, sum tó hevur yvirlivað fleiri umfør í hørðu kappingini og verður við í finaluni í Talent, sum verður send fríggjakvøldið.


Øll skulu hava ein kjans

Peter Aalbæk var rættiliga ivasamur, tá hann fyrr í ár varð spurdur, um hann vildi vera dómari í Talent-kappingini hjá Danmarks Radio.

- Eg ivaðist í, um eg var tann rætti at meta um fólk, sum skuldu royna seg við dansi, sangi, akrobatikki og gandakynstur. Eg lat megtó lokka til at gera eina royndarupptøku, og aftan á hana var eg ikki í iva meira.

- Eg helt, tað verða ótrúliga stuttligt at sita har og verða konfronteraður við alt tað, sum fólk royna at venja og blíva betur til. So tað endaði við at blíva eitt nýtt kærleiksforhold hjá mær, sigur Peter Aalbæk.

Hvat hevur verið tað besta við at vera dómari í Talent?

- Tað hevur verið at sæð stóra fjølbroytni í kreativitetinum. Fólk hava dansað elektroboogie, ein drongur dugdi at spæla panfloytu við hondunum hjá sær, 10 ára gamla Maja syngur guddómliga væl, og so er tað okkara felags vinur Ragnar, sum er ein ordans rockstjørna.

Hvat hevur verið tað ringasta við dómarauppgávuni í Talent?

- Summi halda, at tað má var krevjandi at skula sita har og vraka so nógv fólk í kappingini, men eg havi valt at viðfara øll fólk eins – líkamikið um tað var ein spastiskur dansari, ein lítil genta ella eitt vaksið fólk. Tá øll hesi ymisku fólkini bjóða seg fram í eini slíkari kapping, so skulu tey eisini hava somu viðferð og sama kjans. Og eg havi ikki havt trupulleikar við at verða harður og skula vraka fólk hvørt kvøld.


Strævnari til arbeiðis

Tríggir dómarar eru í Talent 2008. Umframt Peter Albæk eru eisini Martin Hall og Julie Steincke, og tey hava øll sin egna stíl at meta um framførslurnar á pallinum.

- Fólk halda kanska, at vit eru biðin um at spæla ein ávísan leiklut sum dómarar, men soleiðis er tað als ikki. Eg kann vera akkurát líka súrur og strævin til arbeiðis, sum eg eri í Talent. Eg haldi faktiskt, at eg eri fittari í Talent, enn eg eri til arbeiðis, men í grundini eri eg bara, sum eg eri – eisini í Talent, sigur Peter Aalbæk.

Við hvørt tykist tað, sum tú ert rættiliga vísur í, at tú hevur rætt. Er tað ein dygd at hava?

- Í mínari bransju mást tú við hvørt taka skjótar avgerðir, men so mást tú eisini kunna viðurkenna, at tú tekur onkrar skeivar avgerðir. Og tað havi eg eisini gjørt í Talent. Tað er í lagi at taka skjóta avgerðir og halda teg hava rætt, um tú eisini ert skjótur at viðurkenna tíni mistøk – og tað geri eg.


Glaður fyri at hitta børn

Dómarar í kappingum sum Talent gerast landskendir, tá teir í fleiri vikur undirhalda ein millióna stórari hyggjarafjøld, men hetta hevur ikki verið tann stóra broytingin fyri Peter Aalbæk.

- Eg havi verið rímiliga kendur í nógv ár, tí eg havi eitt filmsfelag og eri nógv frammi, so eg havi ikki upplivað somu stóru broyting, sum hinir báðir dómararnir hava upplivað. Fyri Julie og Martin hevur tað næstan verið ein kollvelting. Hinvegin haldi eg, at tað er stuttligt at møta børnum úti á gøtuni, og tey hava hug at spyrja meg um okkurt í Talent, sigur Peter Aalbæk.