Eg eri klárur

(Ljóðbrot) Tað sigur Hallur Hansson, sum hevur verið ivasamur upp til dystin

Hóast Hallur Hansson ikki vandi við alla venjingina, so hevur hann meldað seg kláran til landsdystin móti Grikkalandi í kvøld. Tað segði hann í samrøðu við Rás2, tá landsliðið í gjár hevði sína seinastu venjing.

 

Hoyr samrøðuna við Hall Hansson við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Ja, eg eri klárur. Eg havi ilt í løtuni, men eg fái pínistillandi til dystin í morgin. Hetta er ein dystur eg vil spæla, sigur Hallur Hansson.

 

Hallur tosar eisini um gongdina í Vendsyssel, har føroyski miðvallarin hevur vunnið sær fast pláss.