- Eg eri ræðuliga keddur av, at hetta endaði við, at hon gjørdi seg inn á sonin. Tað var ongantíð tað eg ætlaði, segði 42 ára gamli føroyingurin í rættinum í Lyngby, nú hann varð avhoyrdur um útsagnirnar hjá mammuni at tí 4 ára gamla dronginum. Ein kvinna, sum sjálv er dømd fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg inn á drongin.
Les eisini: Mamman: Hann hevði valdið á mær
Mamman segði seg verða í valdinum hjá 42 ára gamla føroyinginum og kenna seg noydda at senda honum tað, hann vildi hava, fyri at viðlíkahalda hansara áhuga.
Men føroyingurin varð týðiliga rørdur av støðuni, tá ið hann byrjaði at gráta í rættinum, meðan hann segði, at hann var sera keddur um, at tað endaði við misnýtslu av dreinginum.
Les eisini: Lyngby: Mamman vildi ikki síggja føroyingin
Hann greiddi aftur hesaferð frá, at í hansara hugaheimi var alt fantasi og ikki veruleiki. Hann sigur, at hon er ein vøkur, eggjandi, gløgg kvinna við høgari útbúgving, og hann tí var sannførdur um, at hon visti, at talan bert var um fantasi.
Hann greiddi í rættinum frá, at bæði høvdu tey eina tráan eftir onkrum og tí flýggjaðu tey úr tí gráa gerandisdegnum við samskiftinum teirra millum. Men tey tosaðu ongantíð um at gera seg inn á børn, segði 42 ára gamli maðurin í rættinum í dag.
Les eisini: Varð eisini eggjað til samlegu við 18 ára gamla dóttir og pápa
Rættarmálið er liðugt fyri í dag.