-Eg eri keddur av tí

Tað er við blandaðum kenslum, at eg sløkki fyri streyminum kring landið, sigur Hjalmar Norðberg Poulsen

STREYMSLIT

 
-        Tað er við blandaðum kenslum, at siti her og sløkki fyri streymveitingini hjá fólki.
Orðini eigur Hjalmar Norðberg Poulsen, sum mánamorgunin hevði tann ivasama heiður at sløkkja og tendrað fyri streymveitingunum hjá størsta partinum av Føroya fólki.
- Men hetta er ikki okkara skyld, sigur ein avgjørdur Hjalmar, sum ikki hevur so nógv jaligt at siga um bygdamannin, landsstýrismannin Bárð Nielsen.
Fossáverkið hevur verið álitið hjá SEV í samfull 52 ár, men hetta er fyrsta ferðin, at neyðugt hevur verið at skamtað á hendan hátt.
- Tað er sjálvandi ikki stuttligt at gera hetta, og eg eri keddur av tí, men soleiðis noyðist tað at vera, sigur Hjalmar Norðberg Poulsen.