14 ára gamli Høgni Kunoy Dávason bleiv um vikuskiftið norðurlendskur meistari í Taekwondo.
- Hetta følist gott, men nokk so óvæntað. Eg trúði ikki ordiliga upp á tað sjálvur. Hinvegin, so eri eg ikki við fyri at tapa. Men eg haldi ikki, at eg havi skilt hetta heilt sjálvur, sigur hann. Hann vann í aldursbólkinum 15 til 17 ár, undir 59 kilo. Tað merkir, at mest sum allir mótstøðumenninir vóru eldri og størri enn hann.
Umframt hetta hevur Høgni Kunoy Dávason sjúkuna cystiska fibrosu. Hóast tað merkir gerandisdagin, hevur hann sett sær fyri, at sjúkan ikki skal forða sær at gera tað, sum hann ynskir.
Fyri fimm árum síðani flutti Høgni Kunoy Dávason flutti til Føroya saman við foreldrunum. Hann hevði íðkað taekwondo í Danmark, men í Føroyum var einki felag. Tí valdi hann, sum 10 ára gamal, at stovna sítt egna felag, so at hann kundi hava umstøður at halda fram við venjingini.
- At vera við í slíkum stevnum var ein av orsøkunum til, at vit settu felagið á stovn, og tað hevur eydnast væl higartil, sigur hann.
Íðkarar hjá felagnum hava luttikið í fleiri stevnum longu, millum annað í Danmark og nógvir teirra hava fingið góð úrslit. Tí valdi felagið í ár at senda nakrar luttakar við til norðurlendsku meistarastevnuna, men mest fyri at kanna, hvar støðið liggur í mun til onnur.
Høgni Dávason er væl nøgdur við gongdina. Hann sigur, at tey nú kenna fleiri av hinum íðkarunum, og tí síggja tey eisini, hvussu framgongdin er. Hann sigur, at fleiri av hinum føroyingunum kundu vunnið nakrar av sínum dystum, um hepni var við teimum, men at framgongdin er eyðsæð í mun til aðrar kappingar, sum tey hava luttikið í. Umframt at Høgni Kunoy Dávason sjálvur vann gull, vunnu Dávid á Lakjuni og Markus Davidsson Vasquez bronsu í sínum aldursbólkum.
- Eg haldi, at tað hevur nógv at siga, at vera við til slíkar kappingar. Vit vóru eisini við í DM, har vit fingu tríggjar danmarksmeistarar, vunnu tvey silvurheiðursmerki og trí bronsuheiðursmerki. Tað eri eg sera fegin um, sigur Høgni Kunoy Dávason, sum tó hyggur frameftir heldur enn aftureftir. Næsta málið er EM.
Nú eru tað yvir 100 íðkarar í Taekwondo felagnum Hwarang Føroyar, sum heldur til í Søldarfirði.
Tórbjørn Jacobsen hevur tikið myndirnar.