Eg eri ikki tann føddi leiðarin

- Mær dámar leiðslustarvið, og eg royni altíð at verða tilvitaður um tað ábyrgd sum fylgir við, soleiðis at eg ikki bara buldri avstað uttan at hugsa um bæði tað beinleiðis og óbeinleiðis ávirkan, leiðara hava á starvsfelagarnar, sigur 33 ára gamli Hendrik Egholm, sum nú skal verða stjóri hjá Føroya Shell

Hann er eitt av fólkunum, sum hava verið við til at venda Norrønu. Føroyska ferðamannaskipið hevur havt tað tungt fíggjarliga seinnu árini, men nú er gongdin vend, og glottar eru fyri framman. Samstundis sum Smyril Line nú av álvara kann fara at líta frameftir, hugsa um nýggjar íløgur og vøkstur, takkar sølu- og marknaðarstjórin fyri seg.

Hendrik Egholm setir seg um ein mánað í stjórasessin hjá Shell í Føroyum, og har bíðar ein øðrvísi og spennandi uppgáva eftir tí 33 ára gamla manninum, ið er ættaður av Glyvrum.

- Summi fólk eru fødd leiðarar, tað eri eg ikki. Eg má hugsa meg væl um allatíðina. Men mær dámar leiðslustarvið, og eg royni altíð at verða tilvitaður um tað ábyrgd sum fylgir við, soleiðis at eg ikki bara buldri avstað uttan at hugsa um bæði tað beinleiðis og óbeinleiðis ávirkan, leiðara hava á starvsfelagarnar.

- Leiðsla er sum eitt tvíeggjað svør. Uppgávan í leiðandi starvi á Smyril Line hevur verið sera spennandi og lærurík, men eisini krevjandi – serliga fyrstu tíðina – og tað gekk út yvir familjuna, viðurkennir Hendrik Egholm, ið hevur tvær døtur í aldrinum 2 og 4 ár, og sum fyrst í vikuni gjørdist pápi fyri triðju – hesaferð fingu hann og konan, Annika, ein son.


Av landinum at royna seg

Hendrik Egholm fór í starv hjá Smyril Line á heysti 2004. Tá hevði hann búð uttanlands í fleiri ár.

- Eftir at eg var blivin studentur, fór eg av landinum. Eg vildi sleppa at royna veingirnar, og eg arbeiddi millum annað sum tænari í Onglandi og Týsklandi, sigur hann.

Hendrik búði eitt ár í Onglandi, og hann hevur eisini búð í Týsklandi í umleið eitt ár.

Útbúgvingina sum cand.merc. tók hann tó í Danmark, og bæði í lestrartíðini og eftir loknan lestur arbeiddi hann sum konsulent á donsku lýsingarfyritøkuni Integral, hareftir hjá altjóða fyritøkuni Velux, har hann fekst við sølu og marknaðarføring á europeiska marknaðinum.

Men so var tað, at hugurin at flyta heim tók yvir, og Hendrik søkti starv sum sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line. Arbeiðið fekk hann, og næstu árini gjørdust bæði hendingarrík og lærurík.

Støðan hjá Smyril Line var langt frá tann besta. Felagið hevði trupulleikar, raksturin av nýggju Norrønu var tungur, og felagið skuldi støðugt basa akuttum fíggjarligum trupulleikum.

- Skal eg var heilt erligur, so má eg siga, at hevði eg frammanundan vitað, hvussu ring støðan á Smyril Line var, so ivist eg í, um eg hevði søkt starvið. Fyrsta tíðin var turbulent, og tað var stórt trýst á felagnum, sigur Hendrik Egholm.


Samanhald og samstarv

Kreppurakta felagið og eigarar tess noktaðu at geva skarvin yvir, og tað var júst í tí miðvísa og strævna arbeiðnum fyri at tryggja felagið fíggjarliga, at Hendrik Egholm og hini fólkini á Smyril Line funnu eina avbjóðing av teimum heilt stóru.

- Tað var ómetaliga spennandi at verða við í eini prosess sum henni á Smyril Line. Hóast eg ongar royndir hevði sum leiðari á eini kreppuraktari fyritøku, noyddist eg at tilpassa meg hendan veruleikan beinanvegin og læra at loysa nakrar truplar uppgávur, greiðir hann frá.

- Tað er ein stór uppgáva at verða leiðari hjá fólki, sum hava sína familju og síni forpliktilsi at hugsa um. Støðan á Smyril Line var einki serlig, og summi fólk stúrdu ivaleyst fyri gongdini. Tá er tað umráðandi hjá einum leiðara at duga at rúma stúranini hjá øðrum.

- Hóast tú sum leiðari eisini ert undir trýsti og kennir truplu støðuna, verður tú noyddur at trúgva upp á tað og royna at eggja starvsfólkið. Vit hava havt nøkur sera loyal og dugnalig starvsfólk á Smyril Line, og tað samanhald og samstarv, sum vit hava uppliva í felagnum, er nakað, sum tú ivaleyst bert kann uppliva, tá ið tú veruliga ert undir trýsti.

- Vit vistu væl, at vit vóru saman um uppgávuna, og tað skuldi ganga. Vit sóu øll, at støðan var ikki tann besta, men vit gjørdu alt fyri, at tað skuldi bera til – væl stuðlað av eigarunum hjá felagnum. Tað hava verið nógv fólk, sum hava arbeitt tætt saman fyri at tryggja framgongdina, men tað er heilt greitt, at tað eru vanligu starvsfólkini sum eiga stórstu æruna fyri, at vend kom í. Tað er eingin sølu og marknaðarstjóri, stjóri ella fíggjarstjóri sum kunnu venda eini tílíkari gongd. Vit kunnu skapa karmar og seta eina kós út í kortið, men tað eru starvsfólkini sum fylla karmarnar út, og tað er teirra heiður at keðiliga gongdin er vend.

- Skal eg minnast á nakað serliga gott við tíðini á Smyril Line má eg nokk nevna tað framúr góða samstarv eg havi havt við fíggjarstjóran Rúna Poulsen, og tað samstarvið fari eg at sakna, nú eg skifti starv. Hann byrjaði í 2005 og var avgerandi spælari í at venda gongdini á Smyril Line.


Strævið hjá familjuni

Seinastu árini hava verið hendingarík hjá Hendriki Egholm, tí samstundis sum hann var mitt í meldrinum á Smyril Line, kravdi familjan eisini sítt. Tvær smáar døtur vóru blivnar partur av familjuni, og tað kundi stundum verða trupult at fáa alt at passa saman.

- Eg vil siga, at serliga tann fyrsta tíðin á Smyril Line var strævin. Tað var nógv, sum vit skuldu betra og byggja upp av nýggjum, og tað kravdi nógva tíð og orku. Tað truplasta var tann nógva ferðingin, og tá var tað sera strævið hjá konuni, tí eg var so nógv burtur.

- Men tað gjørdist betur, so hvørt sum vit fingu nógv í fasta legu á Smyril Line, og framgongd eisini var í rakstrinum.

Nú hevur Hendrik Egholm so slept endanum á Smyril Line, sum í dag er í eini heilt aðrari støðu fíggjarliga. Felagið er væl fyri og kann nú av álvara líta frameftir. Stutt eftir at nýggjur stjóri var settur í felagnum, segði Hendrik seg úr sínum starvi.

- Onkur fólk hava spurt meg, um eg segði upp, tí eg ikki bleiv stjóri á Smyril Line, men tað hevur einki við sakina at gera. Smyril Line hevur fingið ein góðan stjóra, sum er sera væl egnaður til ta uppgávuna, sum nú liggur fyri framman, og eg kundi saktans hildið áfram sum sølu- og marknaðarstjóri í nógv ár afturat undir Andras Róin.

- Eg havi ikki søkt starv aðrastaðni, men eg fekk eitt tilboð um at gerast stjóri hjá Shell, og tað tilboðið var so mikið lokkandi, at eg tók av tí, sigur Hendrik Egholm, sum tann 1. oktober byrjar í nýggja starvinum.





Fakta


Navn: Hendrik Egholm

Aldur: 33 ár:

Familja: Giftur við Anniku. Tey eiga tvær døtur á 4 og 2 ár. Fyrr í vikuni fingu tey ein son

Bústaður: Tórshavn

Útbúgving: Cand. Merc – marknaðarføring og leiðsla

Starv: Fráfarandi sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line. Stjóri á Føroya Shell frá 1. oktober





Um kaffi

Mær dámar væl kaffi, men eg drekki te fyrst á morgni, men tá ið eg so komi til arbeiðis, so drekki eg kaffi. Onkuntíð blívur tað til ov nógv kaffi, um arbeiðsdagurin er ov langur



Um fótbólt

Eg spældi fótbólt við NSÍ, tá ið eg var yngri. Nú spæli eg saman við vinmonnum í eini fimleikahøll einaferð um vikuna. Eg hyggi eftir NSÍ, tá ið teir spæla í Havn, og eg eri eisini onkuntíð í Runavík og hyggi. Eg hyggi ikki so nógv eftir fótbólti í sjónvarpi, men eg plagi at fylgja við EM og HM.



Um veðrið

Eg eri nokk so veðursjúkur. Eg royni at lata verða við at hugsa ov nógv um veðrið og siga við meg sjálvan, at vit búgva í Føroyum, men eg kann ikki lata verða. Myrka tíðin kann verða sera strævin at koma ígjøgnum.



Um politikk

Eg eri ikki engageraður í politikki, men eg fylgi við. Vanliga øsi eg meg ikki um politikk ella politisk mál. Eg royni at fara á val, og um Føroyar nú gerast eitt valdømi, so kann eg fara á val í Havn og velja onkran í Runavík.