FAKFELAG: - Jú, vit hava gjørt okkara heimaarbeiði!
So avgjørdur er formaðurin í Føroya Pedagogfelag, tá Rás 2 í morgun setti honum spurningin, beint eftir at Fasti Gerðarrætturin hevði avlýst fráboðaða arbeiðssteðgin hjá felagnum, sum lýstur var at verða frá kl 11 í morgun til kl 11 í morginári.
Jarvin Feilberg Hansen sigur, at tá tey fóru av samráðingarfundinum kl 15 seinnapartin í gjár mettu tey, at samráðingarnar vóru slitnaðar, og tí boðaðu tey limunum frá arbeiðssteðgi á dagstovnunum og forskúlum.
- Tað næsta vit frætta er, at vit skulu møta í Fasta Gerðarrættinum í morgun kl 9, tí at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevði sent eitt kærurit inn.
Spurdur um slíkt eigur at koma fyri soleiðis, at bæði foreldur og pedagogar hava fyrireikað seg og lagt til rættis eftir hesum, svarar Jarvin Feilberg Hansen, at tey hava handlað út frá siðvenju.
- Í fjør tann 6. oktober vóru vit eisini í arbeiðssteðgi og tað hava vit verið fyrr uttan at nakar hevur sent nakra kæru til nakran kærustovn, og tí hava vit handlað út frá hesum, sigur formaður pedagoganna.
Men ert tú ikki lopin framav?
- Nei, tað haldi eg slett ikki. Endamáli var at vísa Føroya Fólki, at vit ikki eru komin á mál. Vit settur 1. desember sum evsta mark – men hava valt hava dialogin koyrandi uttan at leypa framav, sigur Jarvin Feilberg Hansen, sum ikki heldur, at langt er millum partarnar. Nú bíðar Pedagogfelagið eftir útspæli frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Lógin um Fasta Gerðarrættin kom í gildi 1. apríl í 2006, so enn eru ikki nógvar siðvenjur skaptar út frá niðurstøðunum – men júst hendan avgerðin fer kanska at hava týdning í framtíðini.