- Nú eri eg ein heilt ótrúliga glaður maður.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum.
Og tað, sum ger hann so glaðan, er, at tilboðini upp á Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin nú eru komin inn og vórðu latin upp í gjár.
- Tilsamans vísa tilboðini, at tunlarnir báðir fara at kosta tvær milliardir, og tað er áleið tað sama, sum mett varð frammanundan.
- Tað er ómetaliga gleðiligt, at tilboðini lógu áleið har, mett var, at tunlarnir fóru at kosta og nú er tað einki, ið kann steðga ætlanini, sigur Kári P. Højgaard.
Hann verður ofta nevndur sum tann, ið fekk Eysturoyartunnilin á politisku dagsskránna, og hann sigur, at hetta hevur eisini verið eitt hjartabarn hjá honum øll árini, síðani hann kom upp í politikk, fyrst í býráðnum í Runavík og síðani í Løgtingi og landsstýri.
Upprunaliga var ætlanin, at eitt privat felag skuldi gera Eysturoyartunnilin, men tað var ikki politisk undirtøka fyri tí.
Síðani skuldi landið gera tunnilin, men so kom løgtingsval ímillum, og eftir tað var brádliga ikki longur undirtøka fyri at tað almenna skuldi gera tunnilin.
Tí samráddust Kári P. Højgaard seg fram til illa umsstríddu avtaluna við danska felagið CIP um ein privatan tunnil.
- Men so kom aftur grús í maskinuna, men tað, sum spratt burtur úr tí, var, at allir politisku flokkar samdust um eina verkætlan, har eitt alment felag skuldi gera bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, sigur Kári P. Højgaard.
- Tað eri eg ómetaliga nøgdur við. Tað kann ikki sigast við orðum, hvussu glaður eg eri, tí hjá mær var fremsta endamálið at fáa tunnilin gjørdan, men hvør stóð fyri arbeiðnum, hevði minni týdning, sigur Kári P. Højgaaard.










