- Eg eri harðliga ímóti at Tórshavnar Býráð enn einaferð tekur Tórsvøll framum øll onnur viðurskifti, sum liggja á láni, og sum vit áttu at brúkt pening upp á.
Tað sigur Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi, í morgun.
Tórshavnar Býráð hevur samtykt at gera vestursíðuna á Tórsvølli lidna. Tað er ein íløga ið kostar útvið 100 milliónir krónur, har Tórshavnar Kommuna skal fíggja helvtina, ella einar 50 milliónir. Tær 50 milliónirnar skal kommunan rinda hesi næstu árini, har tað síðsta gjaldið fellur til gjaldingar í 2023.
Men tað var ikki semja í býráðnum um ætlanina, og ein av teimum, sum var mest avgjørdur ímóti at brúka meiri pening upp á Tórsvøll nú, var Jákup Dam.
Hann fegnast um tað, sum er hent á Tórsvølli seinastu árini, nen hann er harðliga ímóti, at Tórsvøllur enn einaferð verður tikin framum so nógv annað, sigur hann.
Í fyrstu atløgu heldur hann, at tað er skeivt, at hetta býráðið samtykkir eitt so stórt mál. Hann hugsar um, at býráðsval verður í heyst, og sostatt hevur hetta býráðið, sum skjótt fer frá, lagt stórar, fíggjarligar byrðar á tvey tey næstu býráðini.
Hann heldur eisini ,at hetta er ein íløga, sum vanligi skattaborgarin lítið og onki fær burtur úr.
Tað, Tórshavnar Býráð fær burtur úr hesi útbyggingini á Tórsvølli, er høli til vaktarhald, tvey umklæðingarrúm til dómarar, dopingrúm, tvey umklæðingarrúm til fótbóltsliðini, høli til tíðindafundir, rúm til fjølmiðlafólk at hitta fótbóltsspælarar, og áskoðarapláss til foreldur við børnum. Harumframt fevnir útbyggingin um vesi, arbeiðsrúm til tíðindafólk, sølubúðir, høli til innbodnar gestir, vaktarrúm, umframt til rúm, sum kunnu brúkast til ymisk endamál
- Sostatt er tað ikki tann vanligi borgarin, ið fær gagn av hesi útbygging, staðfestir Jákup Dam.
Hann heldur, at tað er altíð ein skylda hjá býráðspolitikunum at hyggja eftir, hvussu skattakrónurnar verða gagnnýttar sum best.
- Eg haldi, at tað er skeivt at leggja so nógvar milliónir í Tórsvøll, sum longu er væl útbygdur, og sum saktans kann brúkast sum hann er, samstundis sum nógv onnur kommunal øki liggja á láni, sigur býráðslimurin fyri Tjóðveldi.
Hann nevnir eldraøkið, ið kommunan fyri stuttum hevur yvirtikið, sum dømi.
- Tað er gerandiskostur at hoyra neyðarróp frá eldri borgarum, og teirra avvarðandi, og her hava vit eina stóra uppgávu, sum má loysast, og sum kostar nógvar pengar. Skúlabygging, musikkskúli, langhylur, parkeringshús, asfaltering, eru onnur dømi, heldur Jákup Dam.
- At brúkt pening upp á hesi málini ístaðin, hevði gagnað okkara borgarum, og tí hevði tað verið rættari at bygt tey út ístaðin fyri at gera eina luksusútbygging á Tórsvølli, sigur Jákup Dam.
Annars var orðaskiftið í býráðnum um Tórsvøll drúgt, og til tíðir eisini hvast, og tað fara vit at hoyra meiri um næstu dagarnar.