Eg eri ógvuliga takksamur

Nú haldi eg, at tey á Landssjúkrahúsinum skuldu tagt og passa seg sjálvi sigur stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi

 

– Hetta er kærkomið, og eg eri ógvuliga takksamur.

 

Tað sigur Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal samtykkjast um nakrar dagar, er tað greitt, at Suðuroyar Sjúkrahús fær eina millión til ein CT-skannara. Hetta eru bæði andstøðan og samgongan samd um, og Ronnie Midjord sigur, at sostatt er eitt gamalt ynski hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, gingið á møti.

 

Í gjárkvøldið skrivaðu vit, at hetta er ikki í samsvari við tilmælini í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið, sum varð løgd fram í summar.

 

Hesum vísir Ronnie Midjord aftur.

 

Tað stendur ikki beinleiðis skrivað sum eitt tilmæli, at ein CT skannari skal vera á Suðuroyar Sjúkrahús.

 

Men tá ið menningarætlanin varð løgd, vístu umboðini fyri Suðuroyar Sjúkrahús í arbeiðsbólkinum, á, at tørvur er á at fáa ein CT-skannara til Suðuroyar sjúkrahús. Eitt nú er tørvur á einum skannara, tá ið illgruni er um heilabløðing ella blóðtøpp í heilanum.

 

– Fyri at staðfesta eina bløðing ella ein blóðtøpp, krevst ein CT-skanning, fyri at sjúklingurin kann fáa røttu hjálpina.

 

Tey, sum hava lagt menningarætlanina fyri Sjúkrahúsini síggja seg ikki før fyri at meta um, antin talan er um eina rætta íløgu ella ikki, at Suðuroyar Sjúkrahús fær ein CT-skannara. Tey vísa á, at talan er um eina dýra íløgu og tey mæla til, at hetta verður umhugsað og tikið við í metingunum, tá ið virksemið skal býtast sundur ímillum sjúkrahúsini.

 

 Og tað eru eisini longu læknar á Landssjúkrahúsinum, sum hava funnist at ætlanini at fáa CT skannara á Suðuroyar Sjúkrahús.

 

Shahin Gaini, yvirlækni sigur á Facebook, at tað krevjast einir 3-5 røntgenlæknar fyri at fáa fulla nyttu av einum CT skannara. Og tað er ongin røntgenlækni í Føroyum.

 

Tað tekur ein tíma hjá einum røntgenlækna at meta um eina størri CT skanning, skrivar hann.

– Eg haldi tí at Suðuroyar Sjúkrahús skal hava fýra røntgenlæknar sum skjótast, so hava teir flest røntgenlæknar í mun til íbúgvartal á nakra oyggj í heiminum, heldur hann speiskliga fyri.

 

Hann vísir á, at í Føroyum hava vit longu flest CT og MR skannarar per íbúgva í heiminum, tí tað eru tveir, sera framkomnir, skannarar á Landssjúkrahúsinum, og teir eru til allar føroyingar. Teir skanna bert fáar tímar um samdøgurið, og kunnu sum einki klára eitt fólkatal uppá 300.000 fólk, sigur hann.

 

Hinvegin er Ronnie Midjord ikki í iva.

– Nú haldi eg, at tey á Landssjúkrahúsinum skuldu tagt og passa sítt. Heldur enn at blanda seg upp í hjá øðrum alla tíðina, skuldu tey roynt at fingið sítt sjúkrahús at virka eftir ætlan og latið okkum fingið frið at passa okkara sjúkrahús, sigur stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Hann sigur, at tað er rætt, at ongin røntgenlækni er á Suðuroyar Sjúkrahúsi - men tað er heldur ongin í Havn, og fáa vit ikki brúkt okkara skannara, veit eg ikki, hvussu tey fáa brúkt sínar skannarar, heldur hann fyri.

 

– Men læknavísindini eru talgild og myndir, sum verða tiknar í einum skannara, verða sendar aðrastaðir at lesa. Soleiðis verður eisini hjá okkum, at tá ið ein skanning er liðug, verða myndirnar sendar aðrastaðni at verða lisnar, sigur hann.

 

Hann sigur, at veruleikin er, at flestu myndirnar, sum eru skannaðar í Føroyum, verða lisnar av serfrøðingum, sum sita í Barcelona.

 

– Og at brúka ein skannara, kann lærast, akkurát sum at alt annað kann lærast.

 

Ronnie Midjord sigur, at ein skannari á Suðuroyar Sjúkrahúsi fær stóran týdning, tí er talan um heilabløðing, ella blóðtøpp í heilan, er ikki long tíð at geva av. Men tað krevst ein skanning fyri at staðfesta tað, og fyrrenn tað er staðfest, ber ikki til at geva rætta heilivágin.

 

– Men vit hava bara nakrar fáar tímar at geva av, og hava vit ongan CT skannara, merkir tað, at suðuroyingar eru í eini nógv verri støðu enn øll tey, sum búgva lutfalsliga tætt við Landssjúkrahúsið, og kunnu koma skjótt í ein skannara.

 

– Tað eru tó ikki bara í sambandi við heilabløðingar og blóðtøpp í heilanum, at ein CT skanning er neyðugt. Tað er eisini í nógvum øðrum føri, at neyðugt er við CT skanningum, eitt nú í sambandi við ferðsluvanlukkur, ella aðrar vanlukkur, umframt í sambandi við skurðviðgerðir.

 

Sostatt verða CT skanningar brúktar rættiliga nógv, men sum støðan er nú, mugu øll tey til Havnar til skanningar.

 

– Og tað kann bjarga fólki undan deyða og avlamni, leggur hann afturat. Og so er tað eisini spurningurin, hvussu vit skulu gera eitt mannalív upp. Sjálvur haldi eg, at eitt mannalív í Suðuroy er líka nógv vert, sum eitt mannalív norðanfjørðs, leggur hann afturat.