Eg eri grindamaður

- Vit mugu duga betur at nýta havið á burðardyggan hátt, og viðgera fiski- og hvalaveiðu í somu heild, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í fyrstu almennu røðu síni, tá hann setti 13. ársfundin hjá NAMMCO.

Fyrsta almenna røðan hjá nýútnevnda landsstýrismanninum í fiskivinnumálum var at seta 13. ársfundin hjá felagsskapinum NAMMCO, ið var í Føroyum í síðstu viku.
Í røðu síni nevndi Bjørn Kalsø, at hann, sum so mangir aðrir føroyingar, er grindamaður og tekur lut í grindadrápi, so ofta sum tilber.
- Eisini taki eg børnini við mær í grind. Tey skulu læra at drepa grind, so tey kunnu vera við til at halda lív í hesum kunnleika og fáa virðing fyri, hvaðan maturin kemur. Tað er avgerandi fyri framtíð okkara at børnini skilja, hvussu stóran týdning tilfeingið í havinum hevur fyri okkum, og hví vit skulu fara væl um tilfeingið, segði Bjørn Kalsø.
Landsstýrismaðurin førdi fram, at síðan NAMMCO varð stovnað í 1992 er felagsskapurin vorðin ein altjóða leikari í samstarvinum um at varðveita, umsita og kanna súgdjórini í havinum.

Burðardygt
Bjørn Kalsø vísti á, at sum fiskivinnutjóðir eiga limalondini í NAMMCO altíð at hava hava sum grundsjónarmið í umsiting og samstarvi, at farið verður við tilfeinginum á burðardyggan hátt.
- Hetta grundsjónarmið fevnir um alt tilfeingið - eisini hval og kóp, legði Bjørn Kalsø dent á.
Hann vísti á, at vit mugu duga betur at viðgera fiski- og hvalaveiðu í somu heild, og síggja tilfeingið í havinum sum eina heild. Landsstýrismaðurin segði seg fegnast um, at NAMMCO gongur á odda fyri at fáa hesi mál á dagsskránna.