- Eg eri grátiferdigur

Ein skelkaður nevndarformaður í Føroya Fiskavirking mátti í dag viðurkenna, at størsta vinnufelagið í landinum er farið á heysin. Tey umleið 700 fólkini sleppa ikki aftur til arbeiðis.

- Eg eri grátiferdigur, og eg havi spýggifornemmilsi ? alt í senn ? og eg rokni við, at starvsfólkini hava tað verri enn eg.

Soleiðis segði Ingi Højgaard, nevndarformaður í Føroya Fiskavirking við Dag og Viku í kvøld.

Nevndarformaðurin tóktist skelkaður av, at Føroya Fiskavirking í dag varð sent í skiftirættin, og felagið harvið er farið á heysin.

- Eg rokni ikki við, at sama Fiskavirking, sum vit kenna, rísur úr øskuni, segði Ingi Højgaard.

Hann er nú farin yvir um borðið og verður bústsjóri saman við Eyðfinni Jacobsen. Teir skulu nú tryggja virðini hjá kreditorunum.