Hvat vildi tú verða, tá tú var barn?
Mamma sigur, at eg vildi sum heilt lítil vildi vera nonna, men skifti meining og ynskti so at blíva lærari eins og pápi mín.
Hvat er tað besta við starvinum?
Avbjóðingarnar, ferðin, góðir starvsfelagaðir og at tað er eitt altjóða arbeiðspláss í Føroyum.
Hevur starvið nakrar ringar síður?
Nógvur larmur á skrivstovuni til tíðir – onkuntíð er tað eisini mín skyld.
Hvar í Føroyum vil tú helst búgva og hví?
Um eg skal búgva í Føroyum, so verður tað bara í Havn, tí her eri eg uppvaksin og eri Havnafólk burturav.
Hevur tú gott lyndi?
Tað haldi eg, men tað eru nokk tey fægstu, sum eru einig, tí eg eri øgiliga illsint.
Hvønn tónleik dámar tær best?
Tað er tengt at góðsku og ikki genru.
Er tú til hundar ella kettur?
Hundar
Hvat er tað besta tú fær at eta?
Eg livi fyri at eta og eti ikki fyri at liva, so tað er ringt at velja, tí mær dámar so nógvan mat.
Er tað nakað, tú avgjørt ikki fær niður?
Livur
Hvør bók liggur á náttborðinum?
De fortabte spillemænd
Verður tú framvegis í starvinum um 10 ár?
Uhaa tað er ringt at siga, men eg vóni tað, tí mær dámar væl at arbeiða við samskifti, og eg havi so nógvar møguleikar hjá Vodafone.