- Eg eri heilt øgiliga glaður.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum heldur, at hann fekk akkurát tað burtur úr fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging í dag, sum hann vildi hava.
- Eg vildi hava fólksins vilja at vita og tað fekk eg. Og hann var púra greiður.
Hann heldur eisini, at valluttøkan var á heilt góðari leið, tí hon var upp ímóti 50%, tá ið tær báðu stóru kommunurnar, Klaksvík og Tórshavn, eru taldar frá.
Kári P. Højgaard tekur tað sostatt als ikki sum ein ósigur, at stórur meiriluti var ímóti kommunusamanlegging um alt landið.
Úrslitið av Fólkaatkvøðuni eru, at bara tvær kommunusamanleggingar kunnu koma burtur úr.
Talan er um Tvøroyri og Fámjin, har meiriluti var fyri at leggja saman og Runavík og Sjóvar Kommuna, har eisini meiriluti var fyri samanlegging.
Sostatt kann úrslitið í besta føri vera, at tær 30 kommunurnar, vit hava, verða til 28.
- At fólksins vilji var so greiður ímóti samanlegging, er bara ein staðfesting av, hvussu gott tað var, at vit ikki løgdu kommunurnar saman við lóg.
Í einstøkum øðrum kommunum var eisini meiriluti fyri samanlegging, men tað fær ongan prakltiskan týdning, tí tær eru í hvør sínum øki og kunnu ikki leggja saman
Kári P. Højgaard sigur, at hann fer nú at seta seg í samband við Runavík og Sjóvar Kommunu og við Fámjin og Tvøroyri at vita, hvat tey ætla at gera við úrslitið.










