Eg eri framvegis við í samgonguni

– Halda teir í Miðflokkinum at eg ikki hoyri heima í samgonguni longur, er tað teirra trupulleiki, sigur Johan Dahl

– Eg havi havt eina greiða støðu frá fyrsta degi og tað vita allir partar av. Tað sigur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, í tíðindunum á FM1.

Týskvøldið atkvøddi hann saman við andstøðuni í einum máli um at geva samkyndum foreldrum sama rætt í barsilsskipanini, sum onnur foreldur hava. Tað tók samgongan ikki undir við, og tí hevur tað elvt til órógv í samgonguni, at Johan Dahl atkvøddi fyri. Eitt nú hevur Miðflokkurin ta áskoðan, at við hesum hevur Johan Dahl í roynd og veru sagt seg úr samgonguni.

Les eisini: Johan Dahl kann ikki halda fram í samgonguni

Men tað er Johan Dahl als ikki samdur í. Hann sigur, at hann hevur alla tíðina havt eina greiða støðu og tað hava øll í samgonguni vitað av, eisini løgmaður.

Hann sigur, at hann hevur havt tað fatan, at løgmaður hevur góðtikið hansara støðu og tí sær hann ikki hansara leiklut í Sambandsflokkinum, og í Samgonguni, sum nakran trupulleika.

https://www.in.fo/news-detail/news/eg-vard-raettiliga-kloekkur-i-gjarkvoeldid/Les eisini: Eg varð rættiliga kløkkur í gjárkvøldið

Sostatt metir hann seg framvegis at vera ein part av samgonguni, og halda teir í Miðflokkinum nakað annað, er tað teirra trupulleiki, sigur hann.

Á FM1 vísti eisini Johan Dahl á, at tað hevur verið frammi, at fingu samkynd foreldur ikki somu rættindini sum onnur, fór hann at umhugsa sína støðu í samgonguni og so fór hann at taka støðu frá máli til mál. Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat Johan Dahl svaraði til tað, og hvussu hann annars metir um støðuna.