Eg eri errin av teimum yngru

KOMMUNUVAL Eg eri errin av, at úrslitið var so gott, hóast mótbrekkan var brøtt, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn

- Tá ið hugsað verður um umstøðurnar, eri eg errin av, at vit fingu so gott úrslit á býráðsvalinum í Havn, tá ið hugsað.
Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
- Hetta vísir, at Framsókn kann saktans standa seg í politikki uttan at hava Poul Michelsen uppi í, leggur hann afturat.
Hevði Framsókn fingið nakrar heilt fáar atkvøður afturat, sum kunnu teljast á fingrunum, hevði hann nápað tann sjeynda býráðslimin frá Javnaðarflokkinum.
- Tað var bara harmiligt, at tað ikki eydnaðist, men hetta valið er prógv um, at flokkurin hevur eina framtíð, sigur floksformaðurin.
Sjálvur stillaði Poul Michelsen ikki upp.
- Eg havi verið í býráðspolitikki í 12 ár og tað hevði eg stillað upp aftur nú, hevði tað næstan verið eitt fornermilsi ímóti skipanini, sigur hann.
- Og nakað annað er so tað, at kann Framsókn ikki klára seg uttan at hava Poul Michelsen í fremstu røð, hevur flokkurin onga framtíð kortini, sigur hann og sipar til, at hann er komin upp í árini nú.
Hinvegin ivast hann ikki í, at hevði Framsókn ikki farið í tvíningar, tá ið Janus Rein, sum mannar flokkin í Løgtinginum saman við Poul Michelsen, noktaði at stilla upp til býráðið og fór úr Framsókn, hevði tað eydnast at fingið eitt umboð í býráðið.
- Ístaðin fyri stillaðu vit upp við einum lista, har nógv valevni eru rættiliga ung til tað og lutfalsliga ókend og púra óroynd í Politikki.
- Og í roynd og veru eri eg stoltur av, at tey kláraðu tað so væl.
- Vit fóru til val, sum ein flokkur við einum boðskapi og hóast vit ikki fingið umboð í býráðið, eydnaðast tað hjá okkum, tí valevnini prógvaðu, at Framsókn avgjørt hevur tilverurætt.

Meiningsleyst
Annars var frammi undan valinum, at ætlanin var at fáa teir smáu flokkarnar, Framsókn, Sjálvstýrisflokkin, og kanska Miðflokkin við, at stilla upp saman.
Men tað vildu tey í Framsókn ikki.
- Tað er púra meiningsleyst, tí Framsókn er ein flokkur við sínum egna politikki og tískil vildi tað verið burturvið at kasta saman við øðrum flokkum, og kanska fingið ein býráðslim valdan, sum vit als onki vita um og sum kanska ikki dregur somu politisku línu, sum vit.
- Tað kann tað ikki verða talan um, leggur hann afturat.
- Kundu vit ikki klára at fáa býráðslim valdan í okkara egna navni, er tað tekin um, at Framsókn eigur ikki pláss í býráðnum hesuferð og longri er tann søgan ikki, sigur Poul Michelsen.
- Er flokkurin ikki nóg sterkur til at hann kann standa einsamallur, hevur hann onki at gera í politikki.
Her kann viðmerkjast, at sum úrslitið av valinum var, hevði tað verið Kristianna Winther Poulsen, sum hevði verðið vald, um so var, at teir smáu flokkarnir stillaðu upp saman og um veljarin framvegis hevði valt, sum hann gjørdi.

Gallupp oyðilegði
Poul Michelsen heldur eisini, at Gallupp kanningarnar, sum Sosialurin gjørdi upp undir býráðsvalið, vóru avgjørt ikki til fyrimunar fyri Framsókn.
Ein veljarakanning gav framsókn eitt umboð sum skuldi í lutakast við E og C og ein veljarakanning gav Framsókn akkurát ikki eitt umboð, og tað varð eisini endaliga úrslitið.
- Kanningarnar vístu, at vit fingu onki umboð í býráðið og eg ivist ikki í, at tað hevur fingið veljarar at aftra seg við at velja okkum fyri at atkvøðan ikki skuldi fara fyri skeytið.
- Eg haldi, at tað kom rættiliga væl til sjóndar, sigur Poul Michelsen.