- Eg má viðganga, at eg eri eitt sindur vónbrotin.
Tað ásannar Martin Kúrberg, rúsevnaviðgerari.
Nakað síðani keypti nøkur privatfólk gamla Hotel Eiði við tí endamáli at stovna eitt viðgerðarheim fyri ungar misbrúkarar. Í Føroyum hava ungir misbrúkarar einki serstakt viðgerðartilboð, og Martin Kúrberg sigur, at í sínum arbeiði sum viðgerari merkir hann týðiliga, at tað er stórur tørvur á tí.
Hann sigur, at um tvær vikur er alt klárt, og tá eru tey klár at taka ímóti misbrúkarum. Tí ásannar hann, at hann er eitt sindur vónbrotin av, at landsstýrið ikki hevur játtað eina króna av til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Serliga er hann vónbrotin, tí hann hevur tosað við politiska myndugleikan um málið, og tá hevur tað ikki skortað upp á vilja, men tá ið avtornaði, er onki sett av til endamálið kortini.
Hann sigur, at hotellið er longu keypt og goldið, so peningurin, ið skal játtast, er til raksturin burturav. Og Martin Kúrberg sigur, at tilsamans kostar heimið einar 4,5 milliónir um árið at reka.
- Tað eru privatfólk við einum stórum hjarta, sum hava keypt hotellið til endamálið, sigur Martin Kúrberg.
Og nú Løgtingið viðger fíggjarlógina, og skal samtykkja hana endaliga seinni í ár, vónar hann, at Løgtingið kortini er sinnað at taka um endan og játta neyðugu upphæddina, so at viðgerðarheimið kann lata upp fyrst í næsta ári.
Hann sigur, at verður helvtin játtað næsta ár, verður heimið latið upp. Viðgerarheimið verður stovnað í samstarvi við Frelsunarherin, og tey eru sinnað at tryggað restina av rakstrinum.
Martin Kúrberg leggur afturat, at hann hevur rættiliga góðar vónir, tí hann hevur tosað við nógvar politikarar í Løgtinginum, og hansara fatan er, at meiriluti er fyri at játta pening til raksturin.
Men hann staðfestir samstundis, at verður ongin játtan, verður viðgerðarheimið heldur ikki latið upp, og so sleppur heldur ongin í viðger.
Hann saknar eisini, at føroyskir myndugleikar taka ábyrgd av hesum øki, sum umfatar tey veikastu í okkara samfelag.
Fyri at lýsa støðuna, nevnir hann, at hesi seinastu fimm árini hevur Frelsunarherurin brúkt 25 milliónir krónur upp á tey heimleysu og tey veiku í Føroyum.
Í hesum sambandi hevur Frelsunarherurin veitt eina undirskotstrygd fyri Herbergið í Havn upp á 2,5 milliónir um árið, ella tilsamans 12 milliónir krónur. Hartil kemur so íløgan í bygningin, sum kostaði 13 milliónir, tá ið hann var liðugur.
Martin Kúrberg sigur, at Frelsunarherurin er av teirri fatan, at hetta er ein hjálp sum munar. Men tað er eisini teirra fatan, at hetta er ein uppgáva, tað almenna eigur at lyfta hesa uppgávuna.
- Tí er tað ikki sjálvsagt, at Frelsunarherurin heldur fram at fíggja slíkt virksemi í sama mun sum higartil, um so er, at tað almenna ikki virðir tað arbeiði, sum verður gjørt, sigur Martin Kúrberg.
Grundarlagið undir Frelsunarherinum er, at tey hjálpa, har tørvur er á hjálp. Men har talan er um beinleiðis almennar uppgávur, heldur Frelsunarherurin, at tað almenna eisini má vísa áhuga, og vera við til at lyfta uppgávuna, leggur hann afturat.