Hon viðgongur, at hon ikki longur er ein superstjørna, og at hennara pláss er hjá børnum sínum. Tey hava fyrsta prioritet, sigur hon, og heldur at hon í veruleikanum er minnur um Lynette í sjónvarpsrøðini Desperatar húsmøður.
Ekstra Bladet vísur í síni grein um samrøðuna á, at Victoria Beckham gloymir at nevna, at hennara fíggjarstøða als ikki minnur um støðuna hjá Lynette, ella nakrari aðrari vanligari húsmóður, og at hon hevur almikið av tænastufólki at hjálpa sær við børnunum.