Eg eri bæði keddur og ørkymlaður

- Hetta var tað ringasta sum kundi henda, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum

 

- Hetta var tað ringasta, sum kundi henda fyri Aksel V. Johannesen.

 

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, sum fór frá sum løgmaður í gjár, men sum framvegis er formaður í Sambandsflokkinum.

 

Og tað, hann sipar til, er, at nýggja stjørnuskotið í Javnaðarflokkinum, Sonja Jógvansdóttir, brádliga segði seg úr Javnaðarflokkinum í gjár, longu allarfyrsta dagin, nývalda løgtingið var til arbeiðis.

 

Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur, at tað er púra vist, at hetta fer at broyta politisku myndina í Føroyum í næstu framtíð, tí hetta fer at ávirka arbeiðslagið í samgonguni nógv

 

- Tað fer at ávirka politiska arbeiðið, tí tað ómøguligt at hava álit á einum politikara, sum leypir úr einum flokki, longu fyrsta arbeiðsdagin.

 

- Hetta er ikki tað, ein løgmaður hevur brúk fyri sín fyrsta arbeiðsdag, tí nú kann hann ikki hava álit á seytjanda, og avgerðandi, liminum í samgonguni, og tí eri eg bæði keddur og ørkymlaður Aksel´sa vegna, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hann sigur, at tað, sum nú er hent, at Sonja Jógvansdóttir er farin úr Javnaðarflokkinum, er enn eitt dømi um rákið, sum er komið inn í føroyskan politikk, har plakatirnar av valevnunum verða størri og størri, og navnið á flokkinum minni og minni.

 

Hann sipar til, at politikur er í alt ov stóran mun, at snúgva seg um einstaklingar, heldur enn um felagskenslu og politiskar flokkar, og tað heldur hann er ein báði.

 

- Føroyskur politikkur verður meiri og meiri anarkistiskur, sigur hann

 

Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir, at tað er ikki bara ein tilvildarligur tinglimur, sum er farin úr samgonguni.

 

- Samgongan telur bara seytjan tinglimir, so hon tolir ikki at missa ein einasta tinglim, tí so missir hon eisini meirilutan. Sostatt er tað ein avgerðandi politikari, sum er farin.

 

- Eg hevði væntað, at samgongan hevði gjørt eina klokkuklára avtalu um eitt so týðandi mál, sum hetta.

 

- Og eg haldi, at hevði tað so stóran týdning fyri Sonju Jógvansdóttir, at tað ikki varð felt í samgonguskjalið, at hjúnabandslógin skuldi broytast, at hon fór at taka seg úr flokkinum, skuldi hon havt gjørt vart við seg, áðrenn samgonguskjalið varð undirskrivað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

- At hon meldaði seg úr Javnaðarflokkinum í gjárkvøldið, er ikki rímiligt ímóti hennara floksformanni og tað er ikki rímiligt ímóti løgmanni.  

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer, men hann heldur, at Sonja Jógvansdóttir eigur at góðtaka, at onnur hava aðrar meiningar enn hon, og at hon við hesi avgerðini ikki hevur víst sama tolsemi ímóti øðrum, sum hon vil, at onnur skuldi vísa ímóti henni.