Sveinur Gaard Olsen, sum í nógv ár sat aftan fyri trummur og spældi, er nú av álvara komin fram á pallin. Í næstu viku verður hann við í live showi í donsku X Factor kappingini.
Í gjárkvøldið fall avgerðin um, hvørji tey 9 luttakandi eru, ið sluppu við til live showini í donsku X Factor kappingini. Eftir at hundraðtals sangarar hava roynt seg er kappingin nú skorin niður til 9 luttakarar av teimum eru tríggjar bólkar við tveimum sangum hvør.
Ein av teimum, sum slapp ígjøgnum nálareygað, var Sveinur Gaard Olsen.
- Hetta er fantastiskt. Vit eru longu byrjað at fyrireika okkum til live framførslurnar, og eg elski hetta lívið. Hetta hevur alt at siga fyri meg nú, sigur Sveinur.
Fyrst live showið verður fríggjakvøldið, og tá sleppa hyggjarar eisini at atkvøða fyri teimum, sum eru á pallinum.
- Eg ætli mær at koma langt, og hevði eg nátt finaluna, so hevði tað verið super. Hinvegin verði eg glaður, um bara ikki verið tann fyrsti, sum verður sendur heim, sigur Sveinur.










