Hvat er tað fyrsta tú minnist?
Abbi hevði neyt í fjósinum og eg minnist tann fantastiska smakkin av nýmjólkaðari mjólk.
Hvør er tín yndisdessert?
Rabarbugreyturin hjá mammu í Klaksvík
Hvat hevur tú onkran løgnan vana?
Eg elski klisturband, til dømis Gaffatape. So vindi eg eitt petti á hvønn fingur hvønn morgun og gangi og finglist við tað gjøgnum dagin.. ja, øll halda meg vera løgnan, men tað skaðar so ongan annan.
Hvat ert tú gleðast fyri, við tíni egnu útsjónd?
Eg eri glaður fyri, at eg havi nógv hár á høvdinum.
Livir tú av tónleikinum?
Ja, sum er geri eg.
Hvørjar tónleikaligar fyrimyndir hevur tú?
Millum annað Michael Buble og Sting
Hvat er tað besta við at búgva í Íslandi?
At tað er sum eitt stórt Føroyar. Tí eru fleiri møguleikar her.
Hvussu býrt tú?
Eg keypti mær eina kjallaraíbúð uttan fyri Reykjavík í síðstu viku. Hon er 140 fermetrar stór og vit hava útsýni út yvir Reykjavík. Mær dámar væl býin, men eg eri eitt bygdafrell og trívist best í friðarligum umhvørvi. So eg verið altíð klaksvíkingur. Eg rokni við at verða búgvandi her í Íslandi.
Hvønn stíl hava tit heima?
Ljóst og modernað við reinum linjum.
Hava tit húsdjór?
Ja, vit hava tveir hundar. Annar er blandaður boxer og labrador, og hin er blandaður Border Collie og íslendskur hundur.
Hvat er tað góða við Føroyum?
At fólkini eru so hjartaðgóð og mentalt sterk. Føroyingar noyðast at duga nógv meira enn einn vanligur stórbýarbúgvi – bæði mentalt og kropliga.
Hvar stendur tú átrúnaðarliga?
Eg eri kristin.
Hvat er tín lívrættur?
Ræst kjøt sjálvandi. Og so rípa, sum er íslendskur jólamatur. Tað er ein hagafuglur, vil villsmakki og einum ráki av hagaberum og urtum. Afturvið hava vit epli, reyttkál, salat og nógva góða sós.
Hvat ger teg illan?
Tá eg bíti meg í tunguna og at bloggar so ofta eru negativir.
Hvat er tín hægsti dreymur beint nú?
At sleppa at standa á pallinum í Oslo í mai
Hvat er títt motto?
Liva ein dag í senn
Hvat er tað besta, tú hevur gjørt?
At læra at fletta
Hvat var besta tíðarskeiðið í lívinum?
Árini 1999-2003, tá eg var í læru hjá Vera Klipt í Klaksvík og gekk í Tekniska Skúla í Havn.
Hvør hending hevur havt størstan týdning fyri teg?
Avgerðin um at vera verandi í Íslandi. Tá eg var liðugur at læra til frisør fór eg til Íslands at læra til makeup artist í tríggjar mánaðir. Tá avgjørdi eg at vera verandi her.
Hvat er títt besta ráð til íslendskar politikarar?
Eg havi onki, tí eg havi so lítið skil fyri politikki.
Lagt til rættis: Rigmor Dam