Eg elski at ferðast

Tað sigur Hilmar Jan Hansen sum heldur, at hvør dagur hevur sínar søgur at fortelja. Hann er ikki altetandi, sjálvt um tað kanska sær so út, og í frítíðini slappar hann helst av, tó ikki sunnumorgnar, tá orgulspæl er á skránni

Hvat er tað besta við starvinum?
Eingin dagur er líka, tí hvør dagur hevur sínar søgur at fortelja.

Hvat saknar tú mest í gerandisdegnum?
Tíð. Kundi altíð hugsað mær at havt eitt lítið sindur meira av henni.

Hvat gert tú í frítíðini?
Mær dámar at slappa av, men sunnumorgnar er sum oftast orgulspæl á skránni.

Hvar dámar tær best at ferðast?
Øgiliga nógvastaðni, tí eg elski at ferðast.

Hvat er tað besta, tú fært at eta?
Fuglur er altíð góður, umframt ræst kjøt, ræstur fiskur og annað føroyskt. Eg eri ikki altetandi, sjálvt um tað kundi sæð soleiðis út, men tað er nógvur matur, mær dámar væl.

Hvat er besti filmur, tú hevur sæð?
Ikki nakar serligur, tí har hava verið fleiri góðir. Men tann besti verður neyvan nakar virðisløntur franskur ella finskur filmur.

Hvør árstíð er hin besta?
Ringt at siga, men ofta er tað várið, ið roynist frægast.

Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi?
Næstan hvørjum sum helst, men sumt er frægari enn annað. Onkuntíð er tað okkurt seriøst og onkuntíð lættisoppur, so tað man vera sum hjá teimum flestu. Sjónvarp er væl ikki annað enn tíðsfordrív.

Hvussu er títt sinnalag?
Hampuligt, hugsi eg. Kann vera øgiliga ótolin, men hinvegin eisini róligur, tá harðast leikar á. Henda spurningin haldi eg, at onnur duga betur at svara, enn eg.

Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Øllum møguligum, men tað skal helst vera okkurt melodiøst og ikki so monotont, sum nógv av tí nýggja ofta tykist vera.

Um tú ikki búði í Føroyum, hvar hevði tú so viljað búð?
Svøríki.

Hvør bók liggur á náttborðinum?
Havi einki náttborð.