Starvsfólkini á St. Göran sjúkrahúsinum í Göteborg hava ein trupulleika. Millum sjúklingarnar er ein maður, sum hevur mist minnið. Hann tosar polskt og svenskt og sigur seg eita John, men tað er eisini tað einasta, sum hann minnist um seg sjálvan. Maðurin bleiv funnin sunnudagin og fluttur á sjúkrahúsið. Hann dugdi ikki at siga, hvør hann var, ella hvar hann búði, og hann hevði heldur eingi pappír, sum kundu siga nakað um tað. Læknarnir hava biðið hann lesa bløðini og hyggja í sjónvarpið, tí kanska kemur hann fram á okkurt, sum kann vekja gomul minni.
Tíðindi