Tá ið eg her í Svøríki sigi, at eg eri úr Føroyum, fáa flest allir svenskarar nakð droymandi yvir seg - summi tí tey ána ikki, hvar Føroyar liggja (ein oyggj í Noregi?) - onnur tí tey síggja fyri sær eitt vakurt dreymalandskap úti í Atlantshavinum, har fólk liva nær at náttúruni og eru so natúrlig, sum fólk bara kunnu vera í sjónvarpslýsingum fyri umhvørvisvinarligt vaskipulvur.
Tey seinnu gerast sera vónbrotin, tá tey læra meg at kenna. Eg eri gott nokk uppvaksin í einari lítlari bygd (ja, 900 fólk er faktiskt lítið, sørvingar), men mín longsul til fjøll og fjøru hevur ongantíð verið nakar serligur.
Eg var eitt síkt barn, sum foreldrini blakaðu út, fyri at eg skuldi fáa nakrar minuttir av frískari luft um dagin. Eg elskaði mína skrivimaskinu, sjónvarp, spæla við dukkur og at lurta, tá mamma tosaði í telefon við vinkonurnar.
Skilja tit, at eg ikki passi serliga væl inn í myndina av einum FØROYINGI uttanlands? Tey vilja hava meg at vera eitt náttúrumenniskja, sum var til útróðrar, tá eg var 8, var í grind tá eg var 10 og fletti mín fyrsta seyð, tá eg var 12.
Sum ein vinkona segði "Inna, tú er waist of nature" - og rætt hevur hon. Eg kundi eins væl verið uppvaksin í einari lítlari íbúð í Keypmannahavn.
Tí bleiv eg heilt kløkk, tá eg hoyrdi um nýggjasta slagið av barnagørðum -"Útibarnagarður". Eg gjørdi greitt fyri manninum, at har skuldu okkara børn so ongantíð ganga, tí við 50 prosent av genunum frá mær, er stórur vandi fyri, at tey fóru at hata hvørja løtu í einum slíkum barnagarði.
Tá børnini komu, vístu teir seg at hava fingið eitt yvirskot av genum frá manninum og elska báðir at vera úti. Eg koyrdi teir tó ikki í útibarnagarð, tí tá hevði eg tikið ov nógv synd í teimum.
Eftirsum eg eri í konstantum minniluta í familjuni, verði eg noydd út - í næstan øllum veðri. Eg havi lært meg at dáma tað betri, men elski tó, tá tað er so ringt veður, at ikki er farandi út.