Kristin Michelsen skilir lítið av hóttanini frá býráðsmeirilutanum á Tvøroyri í kvøld.
Sum skrivað fyrr í kvøld, hóttir býráðsmeirilutin nú við at endurskoða avgerðina um at lata borgarstjóran sleppa at sita bæði í býráðnum og í løgtinginum. Orsøkin skal vera, at listin av samtyktum bara veksur og veksur.
- Er tað tí, at hann ikki megnar at røkja tvey fulltíðarstørv, spyr Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri.
Les eisini Kristin kann missa løgtingssessin
Kristin Michelsen veit ikki, hvar hesin langi listin av samtyktum skal vera.
- Eg kenni til eitt mál um eitt sambýli her á Tvøroyri, sum tað framvegis verður arbeitt við, og eitt mál um ein lim í eini eftirskúlanevnd. Annað enn tað liggur einki á láni, sigur hann.
Sjálvur spyr hann, hvar avrikslistin hjá Javnaðarflokkinum er.
- Tey eiga sjálvi allar nevndarformenninar. Teir tóku tey frá okkum, tá tey noyddu okkum at umskipa nevndirnar. Tað eru formenninir, sum skulu gera mál liðug, so tey eru klár at leggja fram á býráðsfund og samtykkja, sigur borgarstjórin.
Kristin Michelsen heldur, at tað er løgið, at hoyra tey fýra javnaðarumboðini tosa soleiðis nú, tí tey hava áður lovað, at tey einki fara at gera við borgarstjórasessin. Tað søgdu tey stutt eftir, at tey skipaðu nýggja meirilutan í Tvøroyrar býrað.
- Sessin har norðuri (í løgtinginum, red.) eigi eg og eingin annar. Eg havi við mínum nevndarsessi í fíggjarnevndini tryggjað okkum nógva játtan her suðuri. Tað er mær ein gáta, hví býráðsmeirilutin heldur ynskir ein norðoying í løgtingið, sigur Kristin Michelsen við in.fo í kvøld.