"Individual rights are not subject to a public vote; a majority has no right to vote away the rights of a minority; the political function of rights is precisely to protect minorities from oppression by majorities (and the smallest minority on earth is the individual)." - Ayn Rand
Individuel rættindi eru ikki undirløgd almennar atkvøðugreiðslur; ein meiriluti hevur ongan rætt at taka burtur rættindini hjá einum minniluta; politiska funksjónin hjá rættindum er júst at verja minnilutar frá kúgandi meirilutum (og minsti minnilutin á jørðini er einstaklingurin)” - Ayn Rand
So leingi eg ikki geri meg inn á sama rættin hjá øðrum, so havi eg rættin at liva mítt lív í friði sambært egnari sannføring. Eisini hóast tú heldur, at eg burdi livað á ein annan hátt. Eins og eg ikki kann tvinga teg at liva á ávísan hátt, kanst tú heldur ikki tvinga meg. Og tað, ið eg sum einstaklingur ikki kann loyva mær at gera móti øðrum, kann eitt kollektiv sum ”landið” ei heldur loyva sær.
At brúka lógir til at tvinga fólk at liva sambært ávísum sjónarmiðum er júst tvang og kúgan, eisini um tað er ein meiriluti, ið hevur atkvøtt tað ígjøgnum. Vit kunnu tí ikki seta lógir fyri, hvussu onnur fólk liva sítt lív. Vit hava ikki rætt til tað.
Tískil er tað ikki upp til ”landið” og umsitingina at avgera, hvussu fólk liva sítt lív. Moralur og etikkur eru persónlig, og landið eigur ikki við makt at kroysta ein moral yvir fólk.
Landið eigur at tryggja grundleggjandi rættartrygd og soleiðis syrgja fyri, at tað er pláss fyri øllum sløgum av borgarum, at vit eru javnt stillað og hava somu rættindi. Men um eg velji at eta meira sukur enn tú, ella tú velur at taka sól ella liva sum samkyndur, tí tú heldur tað er tað rætta fyri teg, so er tað mín og tín avger. Vit eiga okkara kropp sjálv og taka eisini avleiðingarnar av okkara egnu valum sjálv. Tí er tað upp til tín og mín at velja, hvussu vit vilja liva.
Eg kann vera eitt fyridømi, argumentera ella á annan hátt ávirka og royna at sannføra teg um at broyta lívstíl. Men eg havi ongan rætt at nýta vald at tvinga teg.
Tað kann vera, at tú heldur, mátin eg livi mítt lív, er skeivur. Kanska tað eftir tínari sannføring ikki er rætt, at tvær av sama kyni giftast, fáa børn og liva saman. Men tað er tín sannføring. Hana hevur tú tín fulla rætt at hava og úttrykkja. Men tú hevur ikki rætt til at steðga mær at liva mítt lív, so sum eg velji at liva tað.
Politikkarar hava sjálvandi eisini rætt til sína persónligu meining um tingini, og rætt at siga hana, eisini frá tingsins røðarapalli. Men teir hava ikki rætt til at lóggeva soleiðis, at eg skal tvingast at liva sambært teirra sannføring, eins lítið og eg havi rætt at tvinga teir at liva sambært mínari.
Uppgávan hjá landsins myndugleikum er at syrgja fyri, at vit hava hava góðar og rættvísar karmar at liva undir. At vit hava pláss at skapa okkum tað lív, sum vit sjálv velja.
Tað er ikki uppgávan hjá mær at ráða yvir tínum lívi, hvørki gjøgnum hóttanir ella lóggávu. Á sama hátt eigur tú ikki at bestemma innihaldið í lívinum hjá mær. Tað er avgerðin hjá hvørjum einstøkum okkara, og okkara aleina.










