– Eg dugi ikki at síggja poengið í hesum

Lítil og eingin undirtøka er í samgonguni fyri at geva landdstýrismanninum heimild til at steingja matstovur og skeinkistøð

Hetta er ikki í lagi, og hetta hongur snøgt sagt ikki saman. Vit eiga at kunna gera tað betur.

Tað sigur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum finst hvassliga at korona-politikkinum hjá sínari egnu samgongu. 

Beint nú er fyrsta viðgerð av uppskoti um at broyta matstovulógina. Uppskotið loyvir landsstýrismanninum í Vinnumálum - Helga Abrahamsen - at avmarka vanligu upp- og afturlatingartíðirnar fyri at forða fyri smittuspjaðing við COVID-19, og landsstýrismaðurin kann eisini áseta mest loyvda tal av gestum.

Men uppskotið fær stóra mótstøðu í løgtinginum.

– At koma við hesum í løgtingið er absolutt ikki smart, tá mann veit, at tað ikki er undirtøka fyri tí. Samgongan tekur ikki undir við tí, so hvat er endamálið? spurdi Johan Dahl á tingsins røðarapalli í áðni.

– Eg haldi, at hetta er púra burtur við. Um man vildi havt hesar heimildirnar, skuldi man fingið tær 13. mars. Nú eru vit komin hartil, at fólk eru troytt av hesum, at mann ikki vil lurta eftir nøkrum sum helst. Úrslitið av hesum er, at fólk byrja at ballast í bilum og heima í stórum bólkum. Eg dugi ikki at síggja poengið í hesum, sigur Johan Dahl.

Hann sigur, at tað er spill av tíð at viðgera hetta uppskotið.

– Hendan lógin burdi slett ikki verið komin í tingið. Eg fari at heita á landsstýrismannin um at gera tað soleiðis, at vit umganga eitt kjak um eitt mál, sum er deyðadømt uppá forhond, við at taka málið aftur, sigur Johan Dahl.

Fólkaflokstingmaðurin Beinir Johannesen, sum eisini er í samgongu, hevur eisini fleiri ivamál um hetta uppskotið. Hann stúrir fyri, at lógin fer at hava ta avleiðing, at fólk í staðin fyri at vera úti flyta veitsluna heim. Haraftrat kundi hann hugsað sær betri kunning frá samgonguni.

Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum talaði eisini at uppskotinum. Hann skilir ikki, hví mann vil geva landsstýrismanninum hesa heimild.

– Hetta er snøgt sagt for víttgangandi, og eg komi ikki at taka undir við hesum, sigur Brandur Sandoy.

Javnaðarflokkurin hevði eisini fleiri ivamál.

– Higartil hevur mann dúgað upp á álit. So vítt eg veit, so hava tilmælini verið vird, tá landið lat aftur 12. mars. Øll í handilsvinnuni, ítrótti, á stovnum og á arbeiðsplássum hava virt tilmælini, tá tey vórðu sett í verk. Mann freistast at spyrja, um álit er til øll uttan matstovur og skeinkistøð, ella um korona smittar meira aftaná eitt ávíst tíðspunkt, segði Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

Hon heldur ikki, at tilmælini og leiðreglurnar hjá landsstýrinum hanga saman.

– Eg haldi, at fólk hava hildið tilmælini, so leingi tey hava givið meining. Men tá tey byrja ikki at geva meining, so byrjar mann kanska at slaka upp á tilmælini, sigur hon.

Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum var eisini skeptiskur. Hann vísti á, at ein ávirkan av hesum uppskotinum kann vera, at fleiri koyra ávirkaði, og hann stúrir tí fyri fleiri ferðsluóhappum.