"Eg drepi meg sjálvan"

-“Cutting” er ein stórur trupulleiki millum ung í Føroyum. Tað er eitt róp um hjálp, tá ið ung skera seg.

 

Hesi orðini eigur Finnur Jensen, ein av oddamonnunum í Páll Finnur Páll, sum í dag hevur lagt fyrsta lagið frá nýggju fløguni á YouTube.

 

Lagið ber heitið “Eg drepi meg sjálvan”, og er eitt av 11 løgum á nýggju fløguni “Kom við mær”, sum kemur á marknaðin 11. november.

 

Fyri løtu síðani varð lagið spælt fyri fyrstu ferð á Rás2, tá ið vertirnir Eyðun Klakstein og Mirjam Pætursdóttir eisini fingu orðið á Finn Jensen, sum hevur skrivað hetta lagið.

 

-Vit halda okkum til tað, sum eftirhondini er blivið okkara eyðkenni, nevniliga at skriva sangir um trupulleikar, sum ungdómurin situr við, sigur Finnur Jensen.

 

Sangarin syngur um at drepa seg sjálvan, skera seg sjálvan og hvørjar tankar ein persónur í slíkari støðu hevur.

 

Sangurin liggur nú á YouTube, og kann hoyrast her: www.youtube.com/watch