Eg dragi frá áðrenn eg leggi meg,
vil síggja myrkrið livandi tá ið eg vakni,
og skógin og himmalin. Veit eina grøv
sum ongan hevur gluggan móti stjørnunum.
Nú er Orion vestur komin, altíð skundigur ?
ei er hann komin longri enn eg.
Kirsuberjatræið uttanfyri er nakið og svart.
Í ta ørandi bláu himmalklokkuna
ritar morgunmánin við harðari negl.
Olav H. Hauge (1908-94)
HMK týddi úr nýnorskum