Janus Rein var ein katastrofa fyri Framsókn, men vit arbeiða víðari, sigur Poul Michelsen
Á løgtingsvalinum seinast fekk Janus Rein sínar 250 atkvøður á listanum hjá Framsókn
Framsókn var sum kunnugt sett á stovn sum eitt aftursvar og alternativ til Fólkaflokkin.
Tí er tað svárt fyri stovnaran av flokkinum, at atkvøður hjá Framsókn nú fara yvir aftur í Fólkaflokkin.
- Jú, sjálvandi kennist tað svárt. Vit stovnaðu Framsókn á tríggjar grundsúlur. Tjóðskaparligt, vinnupolitiskt og persónligt frælsi. Virði, ið vit ikki fingu eyga á í Fólkaflokkinum. Og sum flokkur høvdu vit sjálvandi brúk fyri hasum tingsessinum, sigur Poul Michelsen.
Formaðurin í Framsókn sigur seg tó ikki tíma at brúka meira orku upp á Janus Rein.
- Hinvegin kanst tú siga, at hansara avgerð nú væl skapar eitt sindur av politiskum arbeiðsfriði. Tí tað er altíð forstýrandi við einum uttanflokkatingmanni í tinginum, sigur Poul Michelsen.
Les eisini:
- Eg hoyri heima í Fólkaflokkinum