Eg bjóði meg fram fyri Javnaðarflokkin

Hetta er ein áheitan til alt Føroya fólk, nú ein veljarakanning avdúkaði, at Fólkaflokkurin fer at verða størri enn Javnaðarflokkurin.

Hetta er ein áheitan til alt Føroya fólk, nú ein veljarakanning avdúkaði, at Fólkaflokkurin fer at verða størri enn Javnaðarflokkurin.

Eg vil gera greitt, at í Javnaðarflokkinum hevur sosiali politikkurin størstan týdning. At vit hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp. 

Vit verða løgd undir at ganga ímóti kristnu virðunum. Men eg kann siga, at eg eri trúgvandi og vil byggja mín politikk á tey kristnu virðini.

Í teimum fáu sonevndu etisku málunum er tað upp til hvønn einstakan. Persónliga taki eg til dømis ikki undir við at broyta hjúnabandslógina.

Tað, sum hevur nógv størri týdning, eru tær stóru avbjóðingar, sum liggja fyri framman, og sum vit noyðast at taka okkum av.

Hetta valið snýr seg um framtíðarviðurskiftini. Vit mugu skifta politikk, um vit skulu raðfesta at:

·      Taka okkum væl av okkara veiku og eldru, sum gerast alsamt fleiri í samfelagnum.

·      Lyfta tey fátøku upp um fátækamarkið.

·      Fáa skil uppá almennar pensjónir.

·      Hjálpa íverksetarum, so tað verður lættari at koma í gongd.

·      Menna KT-vinnuna.

·      Fáa uttanlandsskuldina burtur.

·      Fáa fiskivinnuna á føroyskar hendur og samstundis fáa nýggjar íverksetarar at gagnnýta okkara fiskiríkidømi.

 

Skal verandi kós halda fram - ella skulu vit stíla móti fíggjarligari ábyrgd og sosialum rættvísi?

Tí er tín atkvøða í dag ikki bert umráðandi fyri okkara ættarlið, men eisini fyri komandi ættarlið.

Gott val

x við Álvur Jøkladal hjá Javnarflokkinum.