Eg bakki ikki fyri propaganda

Sangarin í Týr ætlar at standa við síni sjónarmið um grindadráp

Í farnu viku skrivaði Sea Shepherd-leiðarin Paul Watson eina hvassorðaða ávaring í móti føroyska rockbólkinum Týr og mælir fólki til at boykotta konsertirnar við bólkinum í norðuramerika. Bæði Watson og hansara viðhaldsfólk niðurgera Týr og Føroyar í ótespiligum viðmerkingum á Facebook.

Í miðdeplinum er sangarin í Týr, Heri Joensen, sum er grindamaður og eisini kjakast um grindadráp á internetinum.

Spurningurin kann tí vera, um tað er skilagott at føra fram avgjørd sjónarmið um grindadráp, um tað kann ávirka virksemið hjá Týr.

– Tað er ein viðkomandi spurningur, og tað kann vera skilagott at hugsa seg um, hvat mann ger og sigur, men bakkar tú fyri høpisleysum meiningum og propagranda, so veist tú ikki, hvat horn tú bakkar upp í, sigur Heri Joensen.

– Í hesum føri vil eg heldur vísa, at eg fari í grind, og eg havi einki ímóti at vísa myndir av tí. Eg ætli mær ikki at tiga og bakka fyri slíkum víðgongdum sjónarmiðum, sigur Heri Joensen.

Týr verður á konsertferð í USA og Kanada frá 5. til 30. mai.