176 fólk lótu lív, tá eitt flogfar úr Ukraina datt niður í iranska høvuðsstaðnum Theran mikudagin og fleiri lond, sum høvdu ríkisborgarar við flogfarinum, eru ikki í iva um, at flogfarið varð rakt av einari rakett.
Kona flogskiparan, sum fleyg ukrainska flogfarið, sigur við Sky News, at hon ávaraði mannin um at flúgva henda dagin. Hon stúrdi nevniliga fyri, at eitt hvørt fór at henda.
- Eg bað hann ikki fara. Eg segði "far ikki", men hann spurdi, hvør skuldi verða flogskipari, um hann ikki fór. Hann segði eisini, at hetta var hansara flogfar, og at hann noyddist at fara.
Hóast maðurin var so avgjørdur, bað konan hann kortini bønliga um ikki at fara og heldur vera heima henda dagin. Men, hann fór - og kom ikki aftur.
Í byrjanini eftir flogvanlukkuna søgdu iranskir myndugleikar, at flogfarið datt niður orsakað av tekniskum breki. Hósdagin hildu kortini fleiri lond upp á, at flogfarið varð skotið niður av iranskum loftverjurakettum.
Ríkisleiðarin í Kanada, Justin Trudeau, segði hósdagin, at niðurskjótingin kann vera eitt mistak, men hann heldur ongan iva vera um, at flogfarið varð rakt av iranskum rakettum.
63 av ferðafólkunum í flogfarinum vóru úr Kanada.
Nato-leiðarin, Jens Stoltenberg, segði í dag, at eingin orsøk er at ivast í, at flogfarið varð skotið niður av iransku loftverjuni.
Ætlanin er, at vesturlendskir granskarar skulu sleppa at verða við í kanningararbeiðnum fyri at finna út av, hvat tað í veruleikanum var, sum hendi, men sagt verður, at økið, har flogfarið datt niður, longu er ruddað.
Iransku myndugleikarnir sýta fyri, at teir hava skotið ferðafólkaflogfarið niður, og teir leggja aftrat, at ein slík hending er ómøgulig.
Tv2.no veit at siga, at kanningarfólk úr Ukraina í dag fingu atgongd til svarta kassan, sum var í flogfarinum, og tað er hesin kassi, sum savnar kunning undir flúgvingini og sum kann geva eina ábending um, hvat tað var, sum hendi.