Eg bíði eftir at verða stevndur

Eg havi ikki brúk fyri at svara upp á hatta har, sigur Eivind Jacobsen á Strondum

 

 

Heðin Mortensen hevur hótt við at stevna mær, og eg bara bíði. Tað sigur Eivind Jacobsen á Strondum.

Beint upp undir Kommunuvalið skrivaði hann eina grein á Vágaportalinum, har hann legði Heðin Mortensen, sum stillaði upp fyri Javnaðarflokkin, undir at gera sær dælt av nøkrum grundstykkjum fyri at tjena pengar.

Tað fall Heðini Mortensen so illa fyri bróstið, at hann sendi Jógvan Páll Lassen, sakførara, eftir Eivindi Jacobsen.

Í brævi til Eivind Jacobsen skrivar sakførarin, at Heðin Mortensen er lagdur undir at spekulera í grundøkjum og at umganga lógina, bæði juridiskt og moralskt.

Hetta er beinleiðis ósatt, og tí er tað útspilling og eg skal tí siga frá, at um tú ikki alment tekur skuldsetingarnar aftur beinanvegin og biður um umbering fyri skriving tína, verði eg noyddur at leggja málið fyri rættin við kravi um revsing og endurgjald, skrivar Jógvan Páll Lassen til Eivind Jaobsen.

Nú eru tveir mánaðir farnir og Eivind Jacobsen hevur ikki svarað enn. Hann sigur í eini stuttari viðmerkig, at hann hevur ikki brúk fyri at svara upp á.

– Heðin Mortensen hevur hótt meg við stevning og eg bara bíði, men eg eri sannførdur um, at eg havi grein í mínum máli, sigur Eivind Jacobsen.

Jógvan Páll Lassen sigur í eini stuttari viðmerking, at hann fer nú at taka málið upp við Heðin Mortensen, og so verður støða tikin út frá tí.