– Eitt tænastugjald er tað sama sum ognarskattur. Tá tú eigur tíni hús, so skal tú ikki rinda skatt av tínum húsum í allar ævir, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.
Hon sigur, at tey í samgonguni ikki hava tosað um hetta málið, sum in.fo skrivaði um í morgun, at Kommunufelagið og landsstýrið eru samd um at leggja eitt tænastugjald á hús, sum standa tóm.
Lesið eisini: Nú verður dýrari at hava hús standandi
Trýstið á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Anniku Olsen á FM1.