Vit hava spurt nøkur tilvildarlig fólk, hvat tey fara at brúka summarfrítíðina 2022 til, og um tey fara út at ferðast í summar.
Gleðir tú teg at fáa summarfrí?
- Væntandi haldi eg ikki nógvar dagar summarfrí, tí hetta er háárstíð innan ferðing, og nógv er at gera.
Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.
Hvat fert tú at brúka summarfrítíðina til?
- Fyri tað mesta verður tað arbeiði, og tá stundir verða til tað, er ætlanin at ganga nøkur fjøll í Føroyum. Annars verður summarið saman við familju og vinum.
Fert tú at ferðast – í Føroyum ella uttanlands?
- Summarið verður fyri tað mesta í Føroyum, og her fari eg at arbeiða og annars njóta fríløturnar, tá tær eru.
Hvat søkir tú mest, tá tú ferðast – samveru, støð ella sól?
- Mær dámar avbera væl at ferðast, bæði at vitja stórbýir, síggja og ymisk ferðamál, og mær dámar væl sól.
Jóhanna á Bergi sigur, at henni dámar serliga væl at standa á skíð saman við familju og vinum.