- Eg angri tað ikki

Tað sigur Eyðun Klakstein, um at blíva venjari hjá KÍ

Eyðun Klakstein hevur verið venjari hjá KÍ í tólv umførum í Effo-deildini. Tað hevur bara givið fýra stig. Hinvegin, so fekk Páll Guðlaugsson 18 stig í teimum tólv umførunum hann var venjari í KÍ í ár. Hóast ringu gongdina, so angrar Eyðun Klakstein als ikki at hann tók av møguleikanum.

 

Hoyr samrøðuna við Eyðun Klakstein við at trýsta á pílin undir myndini

 

-       Nei, eg angri tað ikki. Eg hugsai meg væl um aðrenn eg tók av. Eg var spyrdur fyrr, men valdi tá ikki at taka av. Hesa ferð hevði eg gjørt upp við meg sjálvan, at skuldi taka av, sigur Eyðun Klakstein millum annað í drúgvari samrøðu við Rás2.

 

Eyðun hevur aðrenn hann tók við íroknað, at tað kundi ganga illa fyrstu tíðina.

 

-       Eg visti tá eg tók við, at hetta kundi verða nakað, sum fór at taka tíð at fáa rigga. Eg trúgvi fult og fast upp á, at KÍ um eina tíð hevur lið, sum ordiligan kann vera við, sigur Eyðun Klakstein.

 

KÍ liggur í løtuni á vippuni til at detta undir niðurflytingarstrikuna og nú telja øll stig. Í dag spælir KÍ móti AB á Argjum og øll stig eru kærkomin.

 

-       Vit kunnu brúka øll stig, so um vit fáa eitt stig, so eisini gott. Eg havi ongan gand, sum ger at vit bara fara at fáa stig nú. Eg trúgvi upp á hart arbeiði og tað skal til, sigur Eyðun Klakstein.

 

Rás2 hevur gjørt eina drúgva samrøðu við Eyðun Klakstein í samband við upptaktina til dystin millum AB og KÍ í dag. Eyðun tosar millum annað um hvørjar tankar hann gjørdi sær áðrenn hann tók av starvinum, hvat fyri fótbólt hann ynskir at spæla, vónirnar til framtíðina og um hann væntar at verða venjari hjá KÍ í 2014.

 

Samrøðan við Eyðun Klakstein verður eisini at hoyra á Rás2 stutt eftir klokkan 16. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og AB, sum byrjar klokkan 17.

 

Vert at vita: Innslagið er ein hálvan tíma langt. Tí kann tað taka eina løtu at lesa inn tá trýst verður á pílin undir myndini.