Føroyingar eiga at fáa ein eftirskúla. Og hann eigur at byggjast á Drelnesi á Trongisvágsfirði, beint undir liðini á nýggja mentanarhúsinum, Salt.
Tað heldur ein nevnd, sum hevur arbeitt við einum føroyskum eftirskúla.
Fyri eini lítlari løtu síðani handaði nevndin Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, eitt álit um ein føroyskan eftirskúla.
Í nevndini sita Heðin Mortensen, borgarstóri í Havn og formaður í Kommunufelagnum, Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba og sum eisini umboðar Kommunufelagið, Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, Magna Thomassen, sum umboðar Skúlaleiðarafelagið og Ólavur Rasmussen, sum umboðar stigtakararnar til ein føroyskan eftirskúla og sum eisini er formaður í nevndini.
Fyri nøkrum árum síðani varð annars ein onnur ætlan løgd fram um at byggja ein eftirskúla í Hvalba. Men tað hevur ikki vunnið frama og tí mælir eftirskúlanevndin nú til at flyta eftirskúlan á Drelnes og at leggja hann undir liðini á Salt.
Nevndin leggur stóran dent á, at selja náttúruna sum eitt tilfeingi, ið eftirskúlin eigur at gagnnýta og brúka í upplivingarhøpi.
- Her verður hugsað bæði um tað, sum náttúran gevur til húsarhaldið á skúlanum, og um vakurleikan, náttúruna, uttandura ítrótt, gongutúrar, tjaldtúrar, fuglalív, maritima umhvørvið, fletting, og yvirhøvur tað bygdarlív, sum er merkt av náttúruni.
Eftirskúlanevndin er ikki í iva um, at rættast er at byggja nýggjan skúla til endamálið, bæði av námsfrøðiligum og fíggjarligum grundum. At umbyggja ein gamlan skúla, kostar beinanvegin nógvan pening, tí at fyrst skal skúlin keypast, síðani byggjast um, og loksins skulu lestraríbúðirnar byggjast.
- Full semja er í nevndini um, at leggja dent á so skynsaman rakstur sum gjørligt, og at neyðugt er at hugsa framskygd, og tí er niðurstøðan, at ein eftirskúli til 80 næmingar er rætta loysnin, ikki minst við teimum prísum, sum liggja á borðinum í løtuni.
Í dag kann ein skúli við bústøðum til 80 næmingar, byggjast fyri í mesta lagi 50 milliónir krónur, íroknað lendisarbeiði, sjóhita, kreativ rúm, innbúgv, o.s.fr.
Bústaðirnir verða so mikið góðir, at skúlin kann brúkast til hotell um summarið.
- Fermetraprísurin liggur um 8.000 krónur og hetta er minni enn tað hevði kostað at keypt ein bygning og bygt hann um.
- Ein staðseting á Drelnesi hevur stórar fíggjarligar og námsfrøðiligar fyrimunir, ið standast av samstarvi millum eftirskúlan og SALT. Við slíkum samstarvi kunnu næmingar og lærarar dúva uppá hentleikar, sum fáir, ella kanska eingin annar eftirskúli, hevur.
Samstundis hevur Tvøroyrar kommuna samtykt, at eftirskúlin fær gamla bygningin á Hvítanesi, hinumegin fjørðin, til marina og skúlaverkstað.
- Í ítrótti eru bestu umstøður við høll og nýggjum fótbóltsvølli í Trungisvági, og í Vági er einasti langhylur í Føroyum, sum í roynd veru er ein vælferðardepil við guvubaði, gosbaði, hittapottum og alskyns vælferðarhentleikum.
Á Drelnesi er longu fast lendi at byggja á og tað fer at gera skúlan einar sjey milliónir krónur bíligari.
- Harumframt eru ogninar á Drelnesi og á Hvítanesi at rokna sum eitt byrjunarfæ hjá eftirskúlanum, eins og bygningurin á Hvítanesi sparir eftirskúlan fyri stórar íløgur í verkstað og høli til maritima virksemið og handverkaravirksemi.
- Nærmasti grannin, SALT, ger, at eftirskúlin fær høli fyri einki, sum eru skraddaraseymað til drama & sjónleik, tónleik, list og annað, sigur eftirskúlanevndin.
- Samanumtikið eigur eftirskúlin í Suðuroy at skara framúr, samanborið við aðrar eftirskúlar. Saman við SALT, húsinum á Hvítanesi og ítróttarhentleikunum í Trongisvági, eru umstøðurnar á Drelnesi tær allarbestu til ein eftirskúla.
- Og tá er ikki at gloyma sjálvan Trongisvágsfjørð, sum er sera væl hóskandi at læra næmingarnar góðan sjómansskap og annað virksemi á sjónum.
- Við teimum hentleikum, SALT hevur at bjóða eftirskúlanum, hevur hann nakrar møguleikar, sum tað er fáum eftirskúlum unt. Eftirskúlin, SALT og alt økið, verður ein mentanarlig perla, sum uttan iva fer at draga almenningin til sín, sigur nevndin fyri eftirskúlan.
Trýst á skjalið niðast - undir lýsingini- og les alt álitið um eftirskúla á Drelnesi.










