Eftirskjálvti rakar Haiti

Um sekstíðina í morgun lokala tíð, rakti ein eftirskjálvti Haiti. Hesin skjálvtin varð máldur til 6,1 á Richter-stiganum, og rakti Haiti júst eina viku eftir fyrsta skjálvtan, sum máldi varð máldur til 7,0.

Jens Ole Nielsen, journalistur hjá TV2 News, sigur við sjónvarpsrásina, at hann vaknaði í morgun við at hús hansara rystist. Sambært honum er trupult at meta um, hvørjar skaðar eftirskjálvtin hevur elvt til, men inni í Port-au Prince høvdu fleiri bygningar fingið sjónligar skaðar.

Jens Ole Nielsen, sum er staddur í Port-au Prince, metir ikki, at skjálvtin í morgun hevur havt stórvegis ávirkan á neyðhjálpararbeiði. Tað sama siga fleiri aðrar tíðindastovur.

Eisini á flogvøllinum koyrir alt sína vanligu gongd.

Jarðskjálvtin, sum rakti Haiti fyri viku síðani, hevur kostað millum 100.000 og 200.000 fólkum lívið, 250.000 eru komin til skaða og 1,5 millión fólk hava mist hús og heim. Hetta eru tøl frá donsku sjónvarpsrásini TV2.