Fleiri veikir jarðskjálvtar hava verið í Norðuritalia síðani tann harða jarðskjálvtan gjáramorgunin. Aftur í morgun vóru nakrir, og teir harðastu vóru 3,6 og 3,7 á Richterstiganum. Skjálvtin gjáramorgunin var 5,9 og kostaði sjey mannalív.
Meiri enn 3.000 fólk hava sovið í tjøldum, ítróttarhøllum ella hjá skyldfólki og vinum í nátt, tí jarðskjálvtin í gjár oyðilegði hús teirra. Í morgun vórðu fangarnir fluttir úr einum fongsli, tí myndugleikarnir bera ótta fyri, at tað kann rapa, um ein nóg harður jarðskjálvti kemur.
Nógvir skúlar fingu skaða í skjálvtanum gjáramorgunin, og tí hava nógvir skúlanæmingar á Bologna-leiðini fingið frí í dag og í morgin.